Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd: Oliver Joensen

Avgerandi dystur í kvøld kl. 19.00

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  23.11.2022 - 16:17 Ítrottur Tíðindi

Mikukvølidið hittast kvinnuliðini hjá Stjørnuni og VÍF í Badmintonhøllini til dyst í steypakappingini. Í steypakappinigini eru liðini býtt tveir bólkar. Stjørnan er í bólki eitt saman við H71, VÍF og StÍF. Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki skulu leika hálvfinalur. Í bólki eitt er støðan tann, at H71 hevur leikt tveir dystir, ávíkavist ímóti Stjørnuni og StÍF, og hevur vunnið teir báðar. Harvið hava tær so gott sum leikt seg í hálvfinaluna. VÍF hevur leikt ein dyst, sum var ímóti StÍF, og vunnu tær tann dystin við einum máli. Stjørnan hevur eisini leikt ein dyst, sum tær taptu ímóti H71. Skal Stjørnan gera sær vónir um at koma í hálvfinaluna, skal dysturin ímóti VÍF vinnast.

Liðini hava leikt ein dyst ímóti hvørjum í landskappingini, tann dysturin bleiv leiktur í Vestmanna, og vann Stjørnan 28-25. Sostatt er lagt upp til ein spenndandi dyst í Badmintonhøllini mikukvøldið kl. 19.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið