Lýsing
Lýsing
Lýsing
Johnny í Grótinum er námslektari í búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya og vertur í sendingini Búskapur & Vinna í Televarpinum. | Mynd: Tróndur Dalsgarð (Føroya Tele) tók myndina.

Prísloft á bensini er líka “snilt” sum prísgólv á laksi

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  23.11.2022 - 09:00 Tíðindi

Í formansumfarinum í Kringvarpinum tann 10. november bleiv inflasjónin síðsta evnið, ið bleiv umrøtt. Her legði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fyri við at siga, at flokkur hansara fór upp á val við einum lyfti um at leggja eitt loft á bensin- og dieselprísin í Føroyum.

Onkuntíð fær man sum undirvísari í búskaparfrøði eina gávu til at forklára eitthvørt hugtak. Og í formansumfarinum serveraði Høgni Hoydal eina tílíka, tá umræður at greiða frá inntrivum í marknaðin. Formaðurin í Tjóðveldi hevur fyrr í heyst av Løgtingsins røðarapalli eisini tala fyri, at landsins myndugleikar innføra eitt prísloft, tí "eitt mark má vera fyri oljuprísinum". 

Avleiðingarnar av einum álagdum príslofti eru væl kendar frá pensum í búskapi á miðnámi: Útboðið gerst munandi minni enn eftirspurningurin til álagda prísin, tí verður vørumangul. Í hesum føri høvdu avleiðingarnar verið enn meira álvarsamar, tá talan er um eina einstáttaða vøru, hvørs prísur er ásettur á heimsmarknaðinum. Tí hevði oljuinnflutningurin steðga sama dag, sum myndugleikarnir høvdu innført eitt lógarásett prísloft, sum væl at merkja er undir heimsmarknaðarprísinum. Sostatt høvdu avleiðingarnar av einum príslofti verið køld heim, sløktar perur og uppsteðgaðir bilar á vegunum. Neyvan er tað ætlanin hjá Høgna.

Politikarin kann eins væl skjóta upp, at løgtingið samtykkir eitt prísgólv á laksaútflutninginum, ið á tann hátt kann tryggja føroyskum alifyritøkum ein høgan útflutningsprís. Fyrr í ár bleiv føroyski laksurin útfluttur fyri 95 kr/kg, meðan spottprísurin í heyst er komin niður á 45 kr/kg. Eitt lógarfest prísgólv á 95 kr/kg hevði steðga øllum føroyskum laksaútflutningi frá degi til dags, tí ongin hevði keypt okkara laks tá. Og tá høvdu vit helst eisini sitið køld áðrenn long tíð var fráliðin. Útboð og eftirspurning eftir laksi og olju á heimsmarknaðinum eru ikki avgjørd av politikarum – í øllum førum ikki føroyskum.

Møguliga vil Høgni Hoydal nú muta ímóti við at vísa á, at onnur lond brúka prísloft sum amboð at royna at stýra teirra marknaðum. Og ja, tað kemur fyri, at myndugleikar aðrastaðni brúka prísloft, eitt nú í sambandi við høgu elprísirnar í Evropa og í Stórabretlandi fyri tíðina. Men gera myndugleikarnir tílík marknaðarinntriv og áleggja feløgunum at framleiða og selja eitt nú el til prísir undir einum lógarásettum lofti, mugu somu myndugleikar eisini traðka til við hjálparpakkum til hesi vinnufeløg og/ella ognartaka feløgini fíggja við skattapengum, tí raksturin tá ikki hongur saman longur.

Vanlukkuligu búskaparligu avleiðingarnar av slíkum inntrivum sóust eitt nú í Stórabretlandi herfyri, tá Liz Truzz skjeyt upp at lánifíggja eitt marknaðarinntriv fyri fleiri tíggjutals milliardir pund (umframt dýrar skattalættar til tey mest múgvandi og partafeløg). Endin bleiv, at Truzz mátti leggja frá sær eftir bert 42 dagar í embætinum.

Tað skal líka nevnast at enda, at longu í kjakinum í formansumfarinum setti Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, Høgna Hoydal upp á pláss við at vísa á, at eitt prísloft á bensin ikki letur seg gera í praksis í Føroyum. Tað ber sostatt snøgt sagt ikki til hjá føroyskum politikarum at innføra eitt prísloft á bensini keypt í Føroyum. Líka so lítið sum tað ber til at innføra eitt prísgólv á føroyskum laksi seldur á heimsmarknaðinum.

Høga inflasjónin er ein verulig avbjóðing, sum politikararnir væntast at fyrihalda seg til. Men vallyftini mugu kunna setast í verk av hesum somu politikarum, um tey fáa mandat til tað frá veljarunum. Prísloft á bensin er ikki eitt tílíkt. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Russara­sáttmálin
Jóla­trø­ini í KALSOY
Tjóðsangu­rin, felagsskapu­rin og íblástur…
Crescendo á fyrsta sinni á Skúlatrøð
Aftursvar til Tord J Niclasen
Øll skulu hava møguleika til varandi bús…
KREPPUHJÁLP TIL BREKØKIÐ - TALSFÓLK ER N…
Hví skulu vit melda okkum inn í alheims…
Tunnilin í Gøtudali
Lítil virðing fyri starvs­fólku­num elvir…
Hevur familjan tað gott, so hevur vinnan…
VALFUNDUR UM FÓLKA­SKÚLAN Í AULUNI Á NÁMS…
Hugleiðing um búskaparstøðuna - fyri at…
Faðir og barnið
Vit ungu eru framtíðin
Førleikameting, vaksnamannalæra og yrkis…
Kynda undir film – meira film
Hol er sett á!
Kostar einki at hækka skattafría markið
Elttør..