Lýsing
Lýsing
Lýsing

MEST gjørt sáttmála um tvær tvíkiljur til Luna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.11.2022 - 09:25 Tíðindi Vinna

MEST undirskrivaði í gjár sáttmála um at byggja tvær tvíkiljur til alifyritøkuna Luna/Hiddenfjord í Vágunum. Alt arbeiði verður gjørt í Føroyum  – eisini skrokkurin.

 

Tvíkiljurnar, sum verða nýbygningur 116 og 117 á MEST, eru báðar 16 metrar langar og 8 metrar breiðar. Tann fyrra verður latin Luna um eitt ár – í november 2023 og hin seinna 4 mánaðir seinni, í mars 2024.

Báðar tvíkiljurnar verða útgjørdar við tveimum MELCAL kranum har tann eini er FL80T og hin FL23T. Tvíkiljurnar verða veittar við 500 HK motori við “Tier 3” útlátsklassa, hjálpimotori 250 kVA  og 20 tons deksspølum. Tvíkiljurnar verða útgjørdar við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

“Aftaná at hava latið havrannsóknarskipið Jákup Sverra í 2020 og fimm tvíkiljur seinastu árini eru vit sera fegin um at fáa møguleikan at byggja tvær tvíkiljur fyri Luna komandi mánaðirnar. Hetta er sera umráðandi fyri føroyskt handverk og er við til at styrkja um okkara førleikar innan økið”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið