Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sóley Hammer: Tørvur er á fleiri kvinnuligum íverksetum - VIDEO

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  24.11.2022 - 10:20 Tíðindi Vinna

Í sendingini Búskapur & Vinna í farnu viku var evnið íverksetan og tørvurin á váðafúsum kapitali. Sóley Heradóttir Hammer, stjóri í Hugskotinum, var ein av teimum trimum gestunum í sendingini. Sóley hevði nøkur greið ynskir til eina komandi samgongu.

Sending nummar 13 av Búskapi & Vinnu setti sjóneykuna á íverksetanarumhvørvið í Føroyum og tørvin á váðafúsum kapitali til komandi vinnuspírarnar. Hesi evni umrøddi verturin Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, saman við gestunum Sóley Heradóttir Hammer, Hugskotið, Ben Arabo, Framtak og Ólavur Ellefsen, íverkseti og eigari av Tøkni, sum heldur til í Hugskotinum í Havn.

Hugskotið er íverksetanarhús hjá Tórshavnar Kommunu, sum heldur til í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju. Í samrøðuni greiddi Sóley frá, hvussu íverksetanarumhvørvið í Føroyum hevur ment seg hesi seinastu 11 árini, sum hon hevur arbeitt á økinum. Sóley byrjaði sum ráðgevi í Íverksetarahúsinum í Klaksvík í 2011, og síðstu 4 árini hevur hon verið dagligur leiðari í Hugskotinum.  

Spurd hvørji ynskir Sóley hevur til eina komandi samgongu, ið skal skipast eftir løgtingsvalið tann 8. desember, svaraði stjórin í Hugskotinum: 

"Eg hevði ynskt, at eitt komandi landsstýri veruliga setir íverksetan á breddan. Vit hava brúk fyri einum breiðum íverksetarapolitikki, har sum man bæði tekur hædd fyri teimum íverksetunum, sum eru sjálvstøðugt vinnurekandi og ikki hava ætlanir um at veksa ógvusliga, og teimum vakstrarfyritøkunum, ið veruliga kunnu fáa altjóða gjøgnumbrot. Hvussu kunnu vit gera tað meira trygt at gerast íverkseti? Hvussu fáa vit fleiri kvinnuligar íverksetarar? Hvussu kunnu vit fáa fleiri veruligar vakstrarfyritøkur í Føroyum? Eru tað ávís økir/vinnur, sum vit skulu satsa massivt uppá? Har má man so eisini fáa greiði á, hvat skal til fyri at ein fyritøka veruliga kann vaksa seg stóra, har tað serliga er væntandi váðafúsa fíggingin, sum væntar í."

Øll samrøðan við Sóley og við hinar báðar gestirnar í sendingini er tøk á netinum og kann síggjast á www.tv.fo.

Fyrstu 13 sendingarnar av Búskapi & Vinnu eru allar tøkar á heimasíðuni hjá Televarpinum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Lýsing