Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nógvir møguleikar í filmsvinnuni

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  24.11.2022 - 11:19 Politikkur Tíðindaskriv

Tann 23. apríl 2020 var eg á einum fundi við stigtakararnar til filmsverkætlanina TROM. Hetta var í corona-tíðini, so fundurin var á netinum. Har fekk eg at vita, at um landið vildi játta 4 mió. krónur til ætlanina, so blivu upptøkurnar gjørdar í Føroyum.

Eg kundi ikki lova teimum nakran stuðul á tí fundinum, tí játtanin á fíggjarlógini rakk ikki. Men longu sama dag varð ein ætlan løgd um, hvussu vit kundu fáa pengarnar til vega.

Tað gekk tó ikki sum ætlað við játtanini. Í landsstýrinum var onkur skeptiskur, tí viðkomandi hevði hoyrt, at filmurin byrjaði við einum grindadrápi, har onkur frá einum umhvørvisverndarfelagsskapi bleiv dripin, og tað var ikki hildið at vera gott at vísa útlendingum. Eg gjørdi vart við, at annaðhvørt tóku vit undir við at stuðla ætlanini, ella gjørdu vit tað ikki. Vit kundu ikki frá politiskari síðu sensurera innihaldið. Filmurin bleiv undir øllum umstøðum gjørdur (í Føroyum ella í Íslandi), og hann snúði seg í báðum førunum um Føroyar.

Tað eydnaðist í løgtinginum at fáa breiða undirtøku fyri at játta neyðugu pengarnar, og upptøkurnar blivu tí gjørdar í Føroyum.

TROM var eitt stórt stig á leiðini fram ímóti eini vaksandi filmsvinnu her á landi. Játtanin á fíggjarlógini er ov lítil, um vit ætla nakað á tí økinum, og tí hevur Sambandsflokkurin sett sær fyri, at hendan játtanin skal hækka.

Vit hava í Føroyum í nógv ár bara livað av fiskivinnu. Seinni eru aðrar vinnur komnar afturat, til dømis alivnnnan, ferðavinnan, farmasigling o.s.fr.

Filmsvinnan er ein spennandi vinna, har nógvir møguleikar eru, ið samantvinna vinnu og list, og hesar møguleikarnar eiga vit at troyta.

 

Helgi Abrahamsen
valevni fyri Sambandsflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóannes Bjartalíð nærkast nýggjum felag
Torradagar aftur á skrá
Kjølur Open
Tummas Lervig fer inní 20. árið sum form…
Petter Stordalen fegnast um KG
Samuel Rachlin á Torradøgunum
Sámal Jákup nýggjur U18-venjari
Torradagar: Samuel Rachlin framløgu um P…
Gimmi til Sands
Fá hjálp til Samleikan og Vangan
Jákup og Niclas vitja Norðlýsið
Eldrahugni í Betesda
Hvar fer USA?
Við beinleiðis bussi til Suðuroyar
Kunningarkvøld um Dagbíbliuskúlan í Keld…
FSN vil eisini av við lívrentuna
SÍ vann á Mjølni uttan himpr í toppdysti…
Nýggj bók - bókaframløga
Góðska
Matvørubreytin framleiðir framtíðar kokk…