Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Minst 100 Bústaðir til fólk, ið bera brek

SKRIVAÐ: Dánial Hansen  |  24.11.2022 - 23:28 Politikkur Tíðindaskriv

Seinastu dagarnar hevur MEGD víst á stóran tørvin á bústaðir til fólk, ið bera brek. Og vóru tey úti við at innan 10 ár hava 503 fólk í Føroyum, ið bera brek tørv á at flyta í egnan bústað. Hettar er eitt stórt tal av fólki, og eigur hendan fráboðanin frá MEGD at takast í størsta álvara. Takk fyri MEGD at tit so væl lýsa trupulleikan.
 
Eg havi lisið og granska hettar mál eitt sindur, og um eg fái ávirkan, so er hettar avgjørt eitt mál sum fer skal setast á beinavegin, bústaðar trupulleikin loysast sum skjótast. Fólk, ið bera brek hava avgjørt síni rættindi í okkara vælferðasamfelag, tað er okkara skylda, sum bjóða okkum fram til løgtingsvalið, at taka hond um júst hendan trupulleikan.
 
Tí er tað gleðiligt at fólkaflokkurin ynskir framhaldandi at stuðla bústaðarbygging til fólk við serligum tørvi, og hava í okkara stevnuskrá at komandi 2 árini, skulu í minsta lagið 100 nýggir bústaðir byggjast. So við fólkaklokkinum á odda, so kemur fer á hesa bústaðarbyggingina. Bústaðir hevur fingið neyðugu játtanina, men nú skal fer setast á, og nú skal gongd koma á at byggja, soleiðis at vit uppá 2 ár hava minst 100 nýggjar bústaðir, júst til fólk við serligum tørvi.
 
Hettar er nakað sum eg ynski at fremja í verki, og vóni tí at eg fái tín stuðul, soleiðis at kann verða tín rødd, og fremja ítøkiligar loysnir innan hettar økið.
 
Set X við Dánial Hansen
Valevni fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Lýsing