Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott veður fyrra partin av vikuni; seinna partin nakað av vindi saman við regni. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.11.2022 - 06:00 Tíðindi Veðrið

Hampuliga fitt av vindi hevur verið í vikuskiftinum. Eisini nógv avfall. Lágtrýstið, sum hevur givið okkum hetta veðrið, er í morgun farið langt norður um Føroyar og ávirkar ikki veðrið her hjá okkum meir.

Í morgun hevur ein hátrýstryggur lagt seg yvir leiðina úr Portugal norður ímóti Grønlandi. Føroyar eru beint eystan fyri ryggin, tí hava vit gott veður – t.e lítil vindur og turt. Veðrið fer at vera gott í dag og í morgin, týsdagin.

Seinna partin av vikuni fer at vera eitt heldsur meiri vindur sunnaneftir við avfalli stóran part av tíðini.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Minkandi vindur av suðuri, úr 8 til 13 m/s í nátt niður í umleið 5 m/s á middegi. Í kvøld útsynningur, undir 5 m/s. Allan dagin samdrigið og turt, tó okkurt ælið um kvøldið.

Hitin í dag, mánadag, fer at liggja um 8 til 10 stig.

Týsdag: Fyrrapartin fer hann at mala úr ymsum ættum, tá er vanliga lítil vindur, men út á seinnapartin kemur hann av suðuri, undir 5 m/s; út á kvøldið veksur hann upp í 3 til 8 m/s. Allan dagin ádrigið og turt.

Hitin í morgin, týsdag, fer at liggja um 8 til 10 stig.

Mikudag: Sunnan allan dagin, vindurin fer at veksa úr 3 til 8 m/s um náttina upp í 5 til 10 m/s á middegi og upp í 8 til 13 m/s um kvøldið. Samdrigið og turt um náttina, okkurt ælið um morgunin, men so er samdrigið og yvirhøvur turt til nakað er liðið út á seinnapartin. Tá verður skýggjað og so fer at regna restina av kvøldinum.  

Hitin mikudagin fer at liggja um 7 til 10 stig.

Hósdag: Hann fer at liggja av suðuri allan dagin. Vindurin 8 til 13 m/s um náttina og fyrrapartin; seinnapartin 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, til nakað er liðið út seinnapartin. Tá fer at slíta í, og loftið fer at vera klárari.

Hitin hósdagin fer at liggja um 7 til 9 stig.

Fríggjadag: Um náttina sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og turt. Út á fyrrapartin minkar vindurin niður í 5 til 10 m/s, ádrigið og turt. Út á seinnapartin gongur hann upp í landsynning og minkar vindin uppaftur meir, og enn klárt og turt. Á midnátt eru undir 5 m/s av landsynningi, klárt og turt.

Hitin fríggjadagin 7 til 9 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…