Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ásýniligt valstríð hóast stutt skotbráð

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  28.11.2022 - 14:11 Myndarøð Tíðindi

Hóast tað lá í luftini eina tíð, so kom tað helst eitt sindur óvart á hjá fleiri av teim, sum nú eru uppstilla til løgtingsvalið 8. desember, at tey fingu so stutta tíð at skipa fyri valstríðnum.

Sigast má tó, at tað hevur gingið væl hjá teim sum eru uppstillaðið til valið, at koma út við sínum boðskapi. Norðlýsið hevur millum annað bjóðað flokkunum, at velevni flokkana kunnu sleppa fram at at skriva so nógv lesarabrøv sum tey vilja ímóti føstu gjaldi frá flokkinum. Tað hevur sást aftur á nordlysid.fo har so nógv lesarabrøv við politiskum innihaldi hava verið, sum helst ongantíð áður.

Vit vóru ein túr í býnum í dag við myndatólinum og fingu nakrar myndir av nógvu valplakatunum, ið byrjaðu at síggjast kring um í lokalumhvørvinum fyri fleiri døgum síðani. 

Veðrið hevur verið sera harðligt nú um vikuskiftið, sum júst er fari aftur um. Vit ringdu til Jógvan Johannesen hjá býráðnum og fregnaðust um vegadeildin hevur havt ampa av valplakatum, sum fuku leysta. Nei, sigu Jógvan Johannesen, í veruleikanum hevur ongin ringt til mín um tað.

Á gongutúri í gjár, tá vindurin var uppá tað harðasta um miðdagsleitið, sóu vit fleiri plakatir, sum stóðu tryggar í meldrinum hóast ein hekk og slongdist í einum festi.

Tilráðingin um valplakatir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er soljóðandi:

Valplakatirnar mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna, órógva útsýnisviðurskiftini á vegnum, ella fjala ferðsluskelti.
 
Valplakatir eiga ikki at verða settar í rundkoyringum og ferðsluoyggjum.
 
Heingið ikki valplakatir á steyrar við ferðsluskeltum, ella aðrari góðkendari ferðslumerking.
 
Valplakatir kunnu heingjast á lyktasteyrar, ella annan útbúnað, sum er gjørdur til endamálið.
 
Heingið valplakatirnar minst 2,3 m yvir gongu- ella súkklubreyt og minst 0,5m frá vegjaðara.
 
Festið plakatirnar forsvarliga á vegurdyggar plátur og á ein slíkan hátt, at tær ikki gera skaða á lyktasteyrar, garðar o.a.

Gott er at hava tilráðingina í huga nú helst fleiri valplakatir verða hongdar upp. Hetta er tíðin tá ilt er at spáa um veðrið og um vit ikki eru fyrivarðin, so kunnu vit skjótt vera um ein háls. - Valplakatir hoyra líkasum til eitt løgtingsval. Gott val!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…
Javnleikur í toppdysti
Útsynningur alla vikuna
Sera ring koyrilíkindi
Stjørnan í hálvfinaluni í steypakappingi…
Hesa ferð vann ÍF fimmsettaran á Fleyr -
Hetta er venjaratoymið hjá KÍ í 2025
Hvørja støðu velja vit at taka?
Mjølnir - KÍF kl. 16.00
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Kom og Spæl Føroyskt
Føroyar mugu fáa størri sjálvræði
Ein góður túrur á floti í gjár
Ósemju­nevnd til hvat?
Hvørjar Føroyar?
Burðatalið vaks í 2024 - og fleiri nýføð…