Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trygg vælferð og rættvíst ískoyti til heilsu- og røktarøkið

SKRIVAÐ: Áron Vest  |  30.11.2022 - 11:05 Lesarabrøv Politikkur

Sambandsflokkurin er ein sosialliberalur flokkur. Hetta merkir ítøkiliga, at vit vilja tryggja vælferð samstundis sum vit vilja tryggja frælsi fyri vinnu og borgarar.

Trygg vælferð og rættvíst ískoyti til heilsu- og røktarøkið
 

Sambandsflokkurin er ein sosialliberalur flokkur. Hetta merkir ítøkiliga, at vit vilja tryggja vælferð samstundis sum vit vilja tryggja frælsi fyri vinnu og borgarar.

 

Sambandsflokkurin fer til val upp á einar tryggar Føroyar, og hetta merkir serliga, at vit vilja tryggja føroysku vælferðina.

 

Seinasta valskeið raðfesti Sambandsflokkurin heilsumál við 322 mió. kr. - vit ætla framhaldandi at raðfesta heilsuøkið.

 

Heilsu- og røktarøkið - t.d. sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar - skríggjar eftir arbeiðsmegi.

 

Sum útgangsstøði hevur Sambandsflokkurin ta greiðu fatan, at arbeiðsmarknaðurin sjálvur skal skipa seg - hetta ger seg eisini galdandi í lønarviðurskiftum og arbeiðstíð.

 

Tó meta vit, at tørvur er á samráðingum innan heilsu- og røktarøkið. Í tí sambandi skjóta vit upp, at ein heilsu- og røktarfrádráttur verður veittur til hesar fakbólkar, sum inniber eina hægri skattafría inntøku og gevur teimum 10.000 kr. tøkar árliga. Hetta hevði ivaleyst verið við til at muna um viðurskiftini hjá núverandi starvsfólki, samstundis sum tað kundi eggjað fleiri nýggjum starvsfólkum at søkja starv innan hetta økið.

 

Hesin heilsu- og røktarfrádráttur skal vera eitt ávíst áramál, t.d. til 2030, sum síðani verður eftirmettur fyri at tryggja, um starvsfólkatørvurin er nøktaður.

 

Innan hesar karmar er møguligt at økja lønina ella lækka arbeiðstímarnar, men tað er nakað, ið arbeiðsmarknaðurin skal avgera.

 

Áron Vest

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026