Lýsing
Lýsing
Lýsing

Crescendo á fyrsta sinni á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  30.11.2022 - 09:59 Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygardagin 19.novembur var kamartónleikakappingin Crescendo hildin á fyrsta sinni, í skúlanum við Skúlatrøð í Klaksvík. Kl 09 byrjaði fyrsti bólkurin og seint um seinnapartin høvdu allir 46 bólkarnir framført fyri áhoyrarunum og dómarapanelinum.

Bólkarnir vóru skipaðir í 3 aldurshópar, 0-10 ár, 11-15 ár og 16-21 ár. Torført var at velja hvørjar framførslur skuldu virðislønast, tí sum heild var støðið sera høgt.

Vinnarnir av yngsta bólkinum gjørdus David og Josef Caabay Nattestad, nr 2 Ranja Ingun Elisabeth Haraldsen og Kristian Súnason Pedersen og nr 3 gjørdust Teitur Jensen, Rebekka Akoth Oludoh og Jona Dam Iversen

Í bólkinum 11-15 vunnu Ai Waagstein og Sólja Rye, nr 2 gjørdust Ilaria Ierulli og Naomi Rajani Færø og og 3 pláss máttu tveir bólkar deila sínamillum, Eydna Olsen Dalheim, Hansina Nesá,  Jóhanna Gaard og Taida Thomsen og Turið Syderbø .

Í bólkinum 16-21 ár vunnu Elin Rasmussen, Bjørt Holm og Rita Ljósheim, 2.virðisløn fór til Nancy Nónskarð, Mikkjal Davidsen og Ritu Ljósheim, og 3.virðisløn fór til Heiðrun D Hammer, Beinta Ingeborg Greve og Ari Hammer Joensen - og Markus Bjarnason, Maisól Elisa Hentze, Heiðrun í Dali og Jens Andrias Dam.

Fyriskiparnir Eirikur Skála og Tóri Restorff Jacobsen eru væl nøgdir við tiltakið, og fegnast um stóru undirtøkuna millum musikkskúlanæmingar og lærarar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen