Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tíðin er komin til at Demokratia takkar fyri seg

SKRIVAÐ: Ólavur í Geil  |  01.12.2022 - 15:45 Lesarabrøv Politikkur

Eg eri sannførdur um, at allar nevndir og felagsskapir hugsa um og arbeiða fyri kynsumboðan. Javnstøða, hvat er tað? Er málið rokkið tá ið 50/50 er í øllum viðurskiftum? Og skal tað einans avmarkast til kyn? Hvør skal gera av nær málið er rokkið? Spurningarnir eru endaleysir.  

Tíðin er komin til at Demokratia takkar fyri seg
Eg eri sannførdur um, at allar nevndir og felagsskapir hugsa um og arbeiða fyri kynsumboðan.
Javnstøða, hvat er tað? Er málið rokkið tá ið 50/50 er í øllum viðurskiftum? Og skal tað einans avmarkast til kyn? Hvør skal gera av nær málið er rokkið? Spurningarnir eru endaleysir.
 
Javnrættur er altíð betri enn javnstøða.
 
Javnstøðumálið varð samtykt á Løgtingi í 2007, sum uppskot til samtyktar. Tjóðveldið átti uppskotið. Hurrá. Ella Norðurlandaráðið.
 
Vit mugu minnist hvussu samfelagið var skrúvað saman um aldarskiftið. Óli Breckmann atkvøddi fyri og Hendrik Old atkvøddi ímóti.
 
Endamálið við Demokratia er rokkið! Endamálið er ... „økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist.” Vit eru komin á mál. Tí er ikki neyðugt við Demokratia longur.
 
Somuleiðis hevði verið skilagott at umskipa Javnstøðunevndina. Nevndin er ein kærumyndugleiki, hví tað? Sjálvandi skal tann parturin heldur vera hjá Føroya Kærustovni.
 
Demokratia er á fíggjarlógini undir játtanini Javnstøðumál, har Javnstøðunevndin eisini er. Tilsamans 1,3 milliónir krónur. Henda upphæddin kundi heldur verið nýtt á barna- ella eldraøkinum.
 
Ólavur í Geil
Valevni fyri Miðflokkin
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð