Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd: Oliver Joensen

Stjørnan basti Kyndil

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  04.12.2022 - 15:27 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Kvinnuranar hjá Stjørnuni hava í dag leikt á útivølli ímóti oddaliðnum Kyndil. Eftir hálvleiksstøðuna 15-14 til Kyndil, endaði dysturin við einum tryggum 31-27 sigri til Stjørnuna.                                                                                        

Tað var tað Kyndil sum kom betur frá byrjan, og legði seg á odda 4-0. Hesa fyrstu løtuna hevði Stjørnan brent fleiri upplagdar málmøguleikar. Sum fyrri hálvleikur leið, fótaði Stjørnan sær og minkaði støðugt um leiðsluna hjá Kyndil. Tá hálvur minuttur var eftir at leika, var støðan javnleikur 14-14. Tað eydnaðist tó Kyndil at fáa eitt mál afturat, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 15-14 til heimaliðið.                                                   

Tað gekk javnt á fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men tá seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal, tók Stjørnan fyri fystu ferð í dystinum leiðsluna, tá var støðan 18-17 til Stjørnuna. Eftir hetta økti Stjørnan støðugt um leiðsluna, og kundi fara av vøllinum sum vinnari við einum fult uppibornum 31-27 sigri.                   

Støðan í oddinum i bestu kvinnudeildin er nú, at Kyndil liggur á odda saman við H71 við 15 stigum. Kyndil hevur leikt 10 dystir, meðan H71 hevur leikt 8 dystir. Síðani koma Stjørnan og Neistin við 14 stigum í part. Stjørnan hevur leikt  10 dystir, og Neistin hevur leikt 9 dystir. 

Málini hjá Stjørnuni skulu Tóra Eliasen 9, Malene Madsen 6, Sonja S. á Bergi 4, Jancy H. Jacobsen, Iulia Nalviko og Durita Ljóstein Johansen 3 mál hvør, Mina S. Hendriksen 2, og Joan Sørensen 1.

Næsti dystur hjá Stjørnuni verður komandi sunnudag á heimavølli ímóti StÍF. Hetta er ein dystur í steypakappingini, og vinnur Stjørnan tann dystin, hava tær leikt seg í hálvfinaluna í steypakappnini..

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð