Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsuskúli Føroya

SKRIVAÐ: Jónleyg J. Bech  |  07.12.2022 - 15:15 Lesarabrøv Politikkur

Í Grønudali í Porkerishaganum liggur ein av sólskinssøgunum í Suðuroynni, ja í Føroyum -  Heilsuskúli Føroya. Staðsetingin av skúlanum fær við jøvnum millumbilum sítt toyggj. Ført verður ofta fram, at nógv velja skúlan frá orsaka av staðsetingini og at neyðugt er at fáa ein heilsuskúla ella deildir afturat norðanfjørðs

Heilsuskúli Føroya

 

Í Grønudali í Porkerishaganum liggur ein av sólskinssøgunum í Suðuroynni, ja í Føroyum -  Heilsuskúli Føroya. Staðsetingin av skúlanum fær við jøvnum millumbilum sítt toyggj. Ført verður ofta fram, at nógv velja skúlan frá orsaka av staðsetingini og at neyðugt er at fáa ein heilsuskúla ella deildir afturat norðanfjørðs

 

Hetta kemur í mínari verð ikki uppá tal. Heilsuskúlin skal vera, har hann er. Í núverandi skúla hava vit longu serkunnleikan og dugnalig starvsfólk. Gamalt var, at man flutti seg alt eftir, hvar ynskta útbúgving var og ikki umvent.

 

Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 15 mðr., harav 6 mðr. eru starvsvenjing, ið næmingar kunnu taka norðanfjørðs. Harumframt eru feriur, ið næmingar ikki eru á skúlanum. So alt í alt er talan um áleið 7 mðr., ið næmingarnir skulu vera tilstaðar á skúlanum.

 

Tillaðingar eru gjørdar í heilsuhjálparaútbúgvingini, so at tey, ið hava arbeiðsroyndir á økinum, hava møguleika at taka hesa uppá 6 mðr., um ávísar treytir eru uppfyltar. Av hesum kann áleið helvtin av tíðini takast sum fjarlestur. T.v.s. at alt í alt skal næmingurin vera beint yvir 3 mðr. tilstaðar á skúlanum í Hovi.

 

Heldur enn at tosa um at flyta skúlan ella gera deildir norðanfjørðs, eigur fokus at vera á at gera umstøðurnar á og rundan um verandi skúla enn betri, t.d. við møguleikanum at skipa aðrar viðkomandi útbúgvingar á skúlanum og at raðfesta eitt næmingaheim, so at lestrarumhvørvið og sosiala umhvørvið á skúlanum verður enn betri.

 

Jónleyg J. Bech

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni