Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nú fer kavin. Ið hvussu so er tað mesta av honum. Tað fer at regna í kvøld og í alla nátt og næstan allan morgindagin. Hitin fer upp ímóti 10 stigum. Mikudagin kemur tað kalda veðrið aftur. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið næsta samdøgrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.12.2022 - 16:09 Tíðindi Veðrið

Veðrið í løtuni (klokkan er 16) er soleiðis, at tað er ymiskt við bæði ætt og vindferð kring landið. Norðanfyri er landnyrðingur, 5 til 10 m/s, skýggjað og eitt sindur av kavaavfalli. Fara vit suðureftir, er ættin nærri eystri, og vindurin upp í 13 til 18 m/s. Har er eisini skýggjað og eitt sindur av kavaavfalli. Hitin kring landið liggur úr minus 3 upp í pluss 2 stig.

Vindurin fer at veksa so við og við í kvøld, frá tí sum er nú upp í 15 til 20 m/s á midnátt. Alla tíðina skýggjað og kavaæl, tó er farið at regna sunnanfyri. Hetta regnumráði fer at troka kavaælingarnar norðurum, so tá ið komið er til klokkan 08 í morgin ári, er regn kring alt landið, og vindurin um 15 til 20 m/s. Onkra løtu eitt sindur meiri, 18 til 23 m/s.

Út á fyrrapartin í morgin fer vindurin at minka eitt sindur, á middegi eru 13 til 18 m/s av eystri, meðan tað framvegis regnar.

Tá ið nakað er liðið út á seinnapartin, helst seint seinnapartin, fer at slíta í eina løtu, meðan ættin lækkar niður í sunnan, og vindurin minkar niður í 3 til 8 m/s. Um kvøldið regnar aftur.   

Hitin í morgin fer at veksa úr 3-4 stigum um morgunin upp ímóti 10 stigum um kvøldið.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?