Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eirikur í Jákupsstovu kemur á Løgting sum fast varafólk fyri Tjóðveldi.

Ein norðoyingur afturat á Løgting

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.12.2022 - 12:04 Politikkur Tíðindi

Við nýggju landsstýrissamansetingini, har trý tingfólk hjá Tjóðveldi fara í Landsstýrið og harvið í farloyvi frá tingsessinum, kemur Eirikur í Jákupsstovu úr Klaksvík á ting.

Eirikur í Jákupsstovu fekk 295 atkvøður á løgtingsvalinum og gjørdist harvið fyrsti varamaður hjá Tjóðveldi. Eirikur er ættaður av Eiði, men hevur í mong ár búð í Klaksvík, haðani hann eisini hevur konu. Hann hevur ikki stillað upp til løgtingsval áður, men hevur verið í starvi hjá Klaksvíkar Kommunu frá 2019 til nýliga, tá hann varð settur sum ráðgevari hjá Tjóðveldi.

Eirikur hevur lisið løgfrøði og havt onnur størv enn tey omanfyri nevndu; hann hevur starvast í Kringvarpinum og í Miðlahúsinum, umframt at hann eitt nú hevur sitið í Miðlastuðulsnevndini. 

Umframt Eirik koma Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, bæði úr Havn, eisini á ting fyri Tjóðveldi, og Páll á Reynatúgvu av Sandi gerst fyrsti varalimur hjá flokkinum.

Við Eiriki sita nú 6 norðoyingar á Løgtingi: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (A), Beinir Johannesen (A), Árni Skaale (A), Eyðgunn Samuelsen (C), Steffan Klein Poulsen (H) og nú eisini Eirikur í Jákupsstovu (E).

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…