Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hesa vikuna fer ikki nógvur kavi at koma niður - um nakar. Lýggjari luft fer at reka inn yvir Føroyar, og mesti kavin, sum liggur lágt, fer at tiðna. | Mynd: Árni Jacobsen, Leirvík

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.01.2023 - 09:39 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fara tvey lágtrýst at ávirka veðrið í Føroyum.

Tað fyrra fer í nátt norður ígjøgnum Grønlandsfjørðin, og tí fara vit at hava landsynning í Føroyum í morgin.

Tað seinna fer mikudagin tvørtur um Skotland eystureftir. Tí er fer tað at mala úr ymsum ættum seinnapartin í vikuni.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Fyrrapartin eystan, undir 5 m/s, klárt og turt. Seinnapartin lækkar hann niður í sunnan, og í kvøld veksur vindurin upp í 3 til 8 m/s, fyri tað mesta klárt og turt.

Hitin í dag fer at liggja úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Týsdag: Veksandi vindur av landsynningi, úr 3 til 8 m/s um morgunin upp í 8 til 13 m/s seinnapartin. Um kvøldið minni vindur, um 3 til 8 m/s. Klárt og turt fyrrapartin, men seinnapartin og um kvøldið skýggjað og ælaveður við regni.

Hitin í morgin 3 til 8 stig.  

Mikudag: Lítil og eingin vindur, undir 5 m/s av ymsum ættum. Skiftandi skýloft, løtur tað er klárt, men eisini smáskýggjað, og yvirhøvur turt.

Hitin í ovurmorgin úr 3 stigum upp í 8 stig.

Hósdag: Vestan, undir 5 m/s, klárt fyri tað mesta og yvirhøvur turt.

Hitin hósdagin 2 til 7 stig.

Fríggjadag: Ymsar ættir fyrra partin av degnum, undir 5 m/s. Skýggjað og turt.

Hitin fríggjadagin 3 til 7 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…