Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stúrin –

SKRIVAÐ: Ísak Mikladal  |  05.01.2023 - 09:41 Lesarabrøv Politikkur Vinna

8. desembur í fjør, legði okkara borgarstjóri nakrar reglur út, í sambandi við fráboðanir frá javnaðar- og tjóðveldinum, um at taka væl meira inn í tøkugjaldi og tilfeingisgjaldi.

Hetta loypti rættiliga øsing í hjá teimum, sum sjálvandi føldu seg raktan av orðum borgarstjórans. Alvita vóru tey í bestu trúgv um, at eingin hevði gjøgnumskoðað teirra ófrættagerð móti okkara berandi vinnulívi.

Í allari øsingini varð víst á, at kommunurnar kundu fáa ein pinkulítlan lut av tí, sum tað almenna fór at hækka tøku- og tilfeingisgjaldi. Hetta allarhelst fyri at taka nakað av uppganginum.

 

Men er tað nú so einfalt?

Vit hava í fleiri ár havt eina miðvísa framgongd innan vinnulívið í Klaksvík. Serliga, tí at karmarnir eru gjørdir meira støðugir, og tað hevur hepnast við dugnaligum rakstri og sølu at skapa umstøður fyri stórum íløgum, sum als ikki vóru komnar undir land, um vinnulívið varð drenað av høgum tøku- og tilfeingisgjaldi.

Um tøku- og tilfeingisgjaldið framyvir verður munandi hægri, gevst vinnulívið fyrst og fremst at vera við í fígging av ymiskum neyðugum verkætlanum á landi, sum eru alneyðugar her í Klaksvík, fyri framhaldandi menning, síðani verður minkað um neyðugar íløgur í nýggj vinnutól.

Hetta kemur sanniliga at hava stóra neiliga ávirkan á kommunukassan framyvir og livilíkindini hjá okkum í framtíðini.

Alt orsakað av vinglandi politiskum handalagi og ikki minst orsakað av øvund.

 

Vinnuráðgeving

Uttan at eg veit tað, men útspæli frá kommununi at seta vinnuráðgeving á stovn, fyrikemur mær sum eitt greitt útspæl frá kommununi. Soleiðis at kommunan í størri mun kann vera ein viðspælari hjá vinnulívinum.

Men nú er javnstøða – tí neyvan kemur meira inn í kommunukassan frá tí almenna, av tí sum ætlanin er at hækkað tøku- og tilfeingisgjaldið, enn at fíggja vinnuráðgevingina.

Eg taki fult undir við tankanum við vinnuráðgevingini, men vil tó staðiliga mæla til at sett verður eitt toymi á til dømis 3 til 5 fólk, við ymiskum førleikum og ógvuliga høgum vitanarstøði innan hvørt sítt økið. Soleiðis, at vit samstundis kunnu fáa vitanarstøðið í Klaksvík uppá eitt enn hægri støði.

Rokni eisini við, at vinnulívið er sinnað at vera við, tí neyðugt er framyvir at hava væl undirbygdar og gjølla frágingnar frágreiðingar, soleiðis at hetta toymið framyvir eisini verður hoyrt av almennu mynduleikunum.

Stúrin ella ikki – men avbjóðingin er stór fyri okkum ið her búleikast

Við bestu nýggjarsynskjum

 

Ísak Mikladal

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…