Sundaberg vrak - eitt 35 ára minni
Í dag er 4. januar 2023, og tað eru júst 35 ár síðan, at Sundaberg rendi á ein flúr beint uttan fyri Vardø í Noregi og varð vrak.
Hetta var triði saltfiskatúrurin hjá mær í Barentshavinum.
Eg var 18 ára gamal, tá ið vit fóru av Klaksvík leygarkvøldið 28. november 1987, sama dag sum ein syrgilig vanlukka hevði verið í Klaksvík. Erla og Heri druknaðu, eftir at bilurin var farin útav sunnan fyri Langukai, heilt har inni í krókinum. Heri og eg gingu í skúla saman í 10 ár. Ein so ræðulig hending, sum gjørdi tað ógvuliga trupult hjá mær at fara avstað hetta kvøldið.
Vit mynstraðu klokkan 19 og fóru frá bryggju eina løtu seinni. 4-5 dagar seinni vóru vit á fiskileið í norskum sjógvi í Barenthavinum.
Fiskiskapurin var góður hendan túrin, sum gjørdist alt ov stuttur og endaði í úrtíð. Vit høvdu sløk 300 tons av saltfiski í lastini eftir ein góðan mánað til fiskiskap.
Kvøldið fyri, t.e. sunnukvøldið 3. januar 1988, kom norska fiskiveiðieftirlitið umborð at gera regluligar kanningar. Vit á skiparavaktini tørnaðu inn beint eftir midnátt, sum vit plagdu.
Morgunin eftir, tann 4. januar, verða vit purraðir út klokkan 6 og fáa at vita, at vit eru á veg inn, tí norska fiskiveiðieftirlitið vildi vera við, at vit høvdu trolað á stongdari leið.
Vit vóru tiknir og skuldu inn til Vardø, sum er eystasti býurin í Norra, liggur á einari oyggj eystan fyri meginlandið. Vaktarskipið sigldi inn saman við okkum, meðan nakrir menn frá vaktarskipinum vóru umborð hjá okkum á túrinum inn.
Beint eftir at morgunmaturin var fingin niðurum, vóru vit nakrir av manningini staddir í oljuklæðirúminum. Vit ætlaðu okkum at fara at skera kjálkar, høvdu tikið nógv stór høvd og fylt nakrar kurvar kvøldið fyri. Vit vistu einki um, hvussu nær landi vit vóru hesa løtuna.
Meðan vit lata okkum í oljuklæðir, stoytti skipið. Onkur, sum stóð uppi, datt.
Ljóðið av stoytinum minnist meg ikki at vera so ógvusligt, men tað var eingin ivi, at vit høvdu siglt á okkurt hart, sum var undir skipinum.
Nógvir menn vóru skjótir upp á dekkið. Har var tó einki at síggja, tí tað var bølamyrkt.
Sá maskinmeistaran lýsa við lummalykt niður í sjógvin fyri at vita, um olja sást á sjónum. Í fyrstanini sá hann onga olju á sjónum.
Skipið stóð og ridlaði á flúrinum. Tað rak hart hendan morgunin. Sum meg minnist skipara og stýrimann siga, so fjaraði tað skjótt, sum at taka proppin úr einum baðikari. Tað er tað ringasta, sum er, tá ið ein hevur skund at fáa skipið av flúrinum aftur.
Norska vaktarskipið gjørdi fleiri royndir at hála okkum av – eisini við trolveirunum hjá okkum, men teir brustu hvørja ferð, teir settu kraft á.
Skipið stóð enn og ridlaði á flúrinum. Eftir at seinasta royndin at hála okkum av var miseydnað, vóru vit bidnir at lata okkum væl í og at vera á bátadekkinum, ovarlaga í skipinum.
Eingin visti, hvat fór at henda, um skipið gleið av. Fleyt tað, ella sakk tað? – tí skuldu allir í bjargingarvest.
Tað var kalt at standa á bátadekkinum hesa løtuna – eini 10 kuldastig. Sjógvurin var eisini sera kaldur, og vit høvdu ikki livað leingi, endaðu vit á sjónum. Harafturat var tað myrkt.
Avgerð varð tikin, at vit skuldu av skipinum. Ístaðin fyri okkara egnu gummibjargingarbátar kom ein lítil útróðrarbátur at taka okkum av skipinum umframt ein størri bátur, sum legði seg eitt sindur frá. Útróðrarbáturin sigldi so ímillum skipssíðuna hjá okkum og hendan størra bátin við fólki – 5 til 8 mans hvørja ferð. Eg fór við tí triðja bátinum.
Tað var eitt sindur óslætt, men tað bar til. Loðsleytarin varð settur niður eftir skipssíðuni, og so fór ein og ein niður í loðsleytaran og niður í bátin.
Sum skipið ridlaði, livdi loðsleytarin nakað aftur og fram og út frá skipinum. Viðhvørt fór báturin út frá skipssíðuni, meðan maður stóð í leytaranum, og onkuntíð sá tað út sum, at hann fór at raka mannin og kroysta hann. Men allir komu í bátin uttan skaða. Minnist ikki at nakar eingang fekk karm ella varð vátur.
Komnir til lands fóru vit inn á eitt gistingarhús, Hotel Barents. Eingin hevði fartelefon fyri 35 árum síðan, men í gongini á hotellinum var ein mynttelefon, sum vit kundu brúka. Vit stóðu allir í einari langari bíðrøð fyri at snakka heim. Vit máttu avmarka tíðina til nakrar fáar minuttir til hvønn mannin, so at allir fingu givið boð frá sær.
Minnist fleiri av monnunum, sum høvdu konu og børn heima, ganga høgt uppí, at tað hevði stóran týdning hjá fleiri at fáa samband við síni kæru, áðrenn útvarpið kom við tíðindunum. Eg hevði bara meg sjálvan, var leysur kroppur, og búði enn heima hjá foreldrunum. Eg ivist ongan løtu, at eg hevði hugsað akkurát líka sum teir, var eg í teirra støðu.
Tá ið eg slapp fram at telefonini, ringdi eg fyrst heim til okkara í Klaksvík, 55696. Har svaraði eingin, tí foreldrini vóru farin til arbeiðis, og allir tríggir yngru beiggjar mínir í skúla. Systir mín, sum er eldri, var og ferðaðist uttanlands. Eg ringdi so ístaðin til fastir mína og bað hana finna pápa mín og siga honum frá.
Tað gekk skjótt at fáa kamar á hotellinum, og bert lítla løtu eftir at eg var komin inn á kamarið, ringdi telefonin á náttborðinum. Tað var pápi mín. Eg greiddi honum frá, hvat var hent. Meðan vit tosa, kemur útvarpið í Føroyum við tíðindunum. Pápi koyrdi harðari frá, so at eg fekk alt við.
Tosað var millum skipara og manning um, at tá ið hægsta flóð var seinnapartin, skuldu teir gera enn eina roynd at fáa skipið av. Men tað var til fánýtis, og seint seinnapartin fingu vit at vita, at Sundaberg neyvan fleyt aftur men var vrak.
Vit fingu bert tað við okkum, sum vit vóru í. Dagin eftir fóru allir til handils at keypa sær klæðir frá innast til uttast. Leiðarin í handlinum hevur neyvan selt so nógv nakrantíð sum hendan dagin.
Tað var ikki nógv at takast við hesar báðar dagarnar á hotellinum í Vardø. Eitt minnist eg tó, og tað var, at vit leigaðu nakrir ein taxabil at koyra ein túr ígjøgnum tann nýggja undirsjóvartunnilin. Hann var enn ikki heilt liðugur, men tað var koyrandi ígjøgnum. Fólk á oynni vóru sera spent uppá tunnilin og tosaðu nógv um hann.
28 okkara fóru heim til Føroya annan dagin eftir hendingina. 4-5 mans vóru eftir á staðnum, og so var tað ein, sum fór á sjúkhús, tí hann feilti okkurt, sum tó einki hevði við hendingina at gera.
Túrurin heim gekk væl. Vit fóru við Hurtigruten til Kirkenes, og haðani við flogfari til Oslo, við einari millumlending í Tromsø. Um kvøldið lendu vit í Keypmannahavn, og dagin eftir flugu vit heim til Føroya.