Lýsing
Lýsing
Lýsing
Róð verður nú uppundir at viska klassiskar russiskar komponistar úr nótaheftunum hjá føroyskum orkestrum vegna kríggið í Ukraina. Sambandið teirra millum er tó ógreitt, um í heila tikið eksisterandi.

Cancel Culture-rørslan eftir Nýggjárskonsertini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.01.2023 - 18:10 Mentan Tíðindi

Nýggjárskonsertin leygarkvøldið fekk fleiri fólk til tastarnar á sosialu miðlunum. "Tað líkist ongum, at Symfoniorkestri framførdi løg eftir russiskar komponistar", verður róð framundir. Hesir somu aktivistarnir sótu eisini undir valstríðnum og østu fólk upp í skúm, tí føroyingar framhaldandi fiska í russiska partinum av Barentshavinum. Hóast boðskapurin – alt russiskt skal bannast! – er greiður, so er endamálið ikki greitt, og grundgevingarnar ikki til at skilja.

Eitt sera margháttligt rák er aftur komið til sjóndar í kjalarvørrinum av Nýggjárskonsertini 2023. “Tað er skeivt at spæla løg eftir russiskar komponistar!”, siga umboðsfólkini fyri margháttliga rákið og grundgeva við, at Russland er lopið á Ukraina. Vit standa spyrjandi, tí hvat í allari víðu verðini hevur tað við Tjajkovski, Borodin, Rachmaninov, Stravinski og aðrar genialar komponistar at gera?

Kann Symfoniorkestrið so heldur ikki spæla løg eftir Mozart, tí Hitler eins og Mozart kemur úr Eysturríki? Ella hvat við Strauss-feðgunum, ið eisini vóru eysturríkarar? Og hvussu við Beethoven og Wagner? Teir komu úr Týsklandi, og Týskland framdi krígsbrotsverk fyri 78 árum síðani. Skal Symfoniorkestrið so ikki eisini boykotta teir? Verdi og Vivaldi vóru italienarar, eins og Benito Mussolini. Skulu teir so heldur ikki kunna spælast í Føroyum?

Tað verður eitt øgiliga soltið repertoire hjá føroyskum orkestrum at spæla og syngja, um komponistar úr øllum londum við einum svørtum fári skulu boykottast.

Vit kunnu eisini fara eitt stig víðari og banna bæði fronskum og sponskum reyðvíni, tí Napoleon Bonaparte og Francisco Franco vóru nøkur bartrog. Vit kunnu gevast at innflyta nakað úr Kina vegna Mao. Steðga við Rumeniahjálpini vegna Ceaucescu. Ja, bara melda okkum úr heimssamfelagnum og isolera okkum í egnari skinhelligheit.

Men hvussu tá við okkara egna siðaarvi? Bæði tey føroysku kvæðini og Føroyingasøga eru fylt við drápum, blóði, valdstøkum og øðrum ræðuleikum. Okkara forfedrar, víkingarnir, hava eisini forbrotið seg kring um í Europa. Brendar kirkjur, burturflytingar og bygdir, ið vórðu lagdar í oyði fylgdu í kjalarvørrinum av víkingunum, tá teir “vitjaðu” t.d. Bretland og Normandíið fyri túsund árum síðani. Og vit mugu kanska eisini lata okkum avkristna vegna krossferðirnar og heksabrenningarnar í miðøld?

Eftir tað seinasta upplopið á sosialu miðlunum um Nýggjárskonsertina má tað vera greitt fyri einum og hvørjum, at átøkini fyri at “avlýsa” Russland eru bæði vónleys og høpisleys.

JA, vit taka greiða frástøðu frá ræðuleikunum í Ukraina, men tað gerst álvaratos ikki við at avnokta, at Russland er til. Tað er býttisligt at viska framúrskarandi – og ikki minst púra ósekar – russiskar komponistar úr nótaheftunum hjá Føroya størsta orkestri, bara tí at eitt vittuggi situr í Kreml júst nú. Faktiskt minnir tað um royndirnar hjá DDR og Stasi at viska alt vesturlendskt úr tilvitskuni hjá eysturtýskarunum undir Kalda Krígnum.

Um vit lata vit og skil ráða, so koyra vit hvørki Svanasjógvin, Dostojevski ella okkara egna Barentshavsflota í leypin við Putin. Tí ongin av teimum hevur nakað við nakra innrás at gera.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj kanning fyri prostatakrabba í Føro…
Nordspråk arbeiðsfund í Klaksvík
Melda til Bláa Brævið frá KÍ
Klassamunur! 5-0 til Føroyar
Nýggj bók! Jesus og leyvubølið - Ja tú l…
BYRTA í staðin fyri Søren Huus
Z-ættarliðið og bilurin
Durita: Hetta verður ein øðrvísi uppgáva
Pensjónsaldu­rin hækkar ikki fyri tey sum…
Eldravernd eitt kærkomið uppskot
Rudda í grannaløgum
Kunning um aldurskrav í sambandi við hjú…
Føroya Banki fær ein kjattbott – tann fy…
Pensjónir­nar gott avkast í 2024
Hví skulu vit arbeiða, til vit eru 70 ár…
Konfirmantar í Christians­kirkjuni
40 danskir biografar vísa filmin hjá Sak…
Hættisliga støðan søgd frá vitnum úr Mið…
Dansur og dreymar til fjarskotin ljóð
Kongurin og synir sjey