Lýsing
Lýsing
Lýsing
19. desember 2022 vóru fleiri skriðjulop í Klaksvík | Mynd: Oliver Joensen

Tá náttúran vísir tenn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.01.2023 - 13:18 Leiðarin Politikkur

Kring jóla- og nýggjárshalguna fingu Norðoyggjar tvær ferðir demonstrerað, hvussu sárbær vit eru, tá óhapp henda og tá náttúran vísir seg frá síni ringu síðu. Alt, sum var menniskjaliga møguligt at gera, varð gjørt, men vit mugu bæði vera betur fyrireikað og mugu eisini hugsa øðrvísi. Norðoyggjar mugu vera bæði tryggar og góðar at búgva í.

 

Stutt fyri jól gjørdi náttúran eina maktdemonstratión og vísti okkum, hvussu lítið vit formáa ímóti hennara sterku kreftum. Fleiri skriðulop hendu í Norðoyggjum, men hjálpin var skjót, júst sum vit kenna hana. Eitt tað størsta aktivið hjá Norðoyggjum er nevniliga Norðoya Bjargingarfelag, ið megnar tað ótrúligasta, men hjálpin frá øðrum borgarum – Bíblian vildi sagt frá næstanum – er eisini heilt fantastisk. Tá tað er sagt, settu hendingarnar eisini tankarnar í gongd um, hvussu vit kunnu gera okkara fyri at fyribyrgja og verja okkum ímóti náttúrukreftunum.

Norðoyggjar mugu endurhugsa bústaðarpolitikkin. Klaksvíkin er vaksin so nógv, at húsini nú koma hálvan vegin niðan í fjøllini, og avmarkað er, hvussu langt niðan til ber at fara. Skriðulop fara altíð at koma, men við at hugsa alternativt kunnu vit avmarka vandan og samstundis tilgóðasíggja bústaðarneyðina. Klaksvíkar Kommuna má endurskoða siðbundnu sethúsa-mentanina og taka meira modernaðar bústaðarformar til sín. Júst sum gjørt verður aðrastaðni.

Landspolitiskt hevur eitt nýtt landsstýri havt sín fyrsta fund 2. januar, og tað er onki at ivast í, at har koma aðrir bollar á súpanina nú. Onkrir góðir og aðrir minni góðir, tað vil so vera. Ein av teimum góðu er virðingin fyri umhvørvinum og ætlanirnar um at minka um bústaðarneyðina. Á teimum økjunum eiga kommunurnar í Norðoyggjum og Landsstýrið at draga somu línu og kunna fara í gott samstarv um ein nýggjan bústaðarpolitikk.

Norðan fyri Fjall hava íbúgvarir enn einaferð fingið undirstrikað, at tey eru Føroya útjaðari í orðsins rætta týdningi. Bæði fysiska farleiðin og tann telefoniska, herundir eisini internetsamskiftið, vóru burtur í tímavís, og tað hoyrir seg onga staðni heima í hvørki 2022 ella 2023. Her gjørdist okkara tilbúgving ov stutt av teirri orsøk, at hon ikki var fyrireikað uppá, at nakað tílíkt kundi henda.

Vanlukka kundi lætt staðist av, at onki samband var til bygdirnar og oyggjarnar Norðan fyri Fjall og Eystan Múla. Enn eru knøpp tvey ár eftir at bíða, inntil teir nýggju tunlarnir hagar lata upp, meðan tilbúgvingin má fáast at virka her og nú. Júst hvussu tað gerst best, vita onnur betri enn Norðlýsið, men eitt konstruktivt uppskot kundi verið at havt 2 ymiskar samskiftiskaðalar, annan gjøgnum nýggju tunlarnar og hin gjøgnum teir gomlu, soleiðis at har altíð var ein “back up”-skipan, skuldi annar slitnað. Eisini eigur tað at vera ein sjálvfylgja, at nýggju tunlarnir hava møguleika fyri bráðfeingisflutningi, t.e. verið opnir fyri sjúkrabilum, brandbilum og løgreglubilum, skuldi tað versta hent.

Skriðulop, kaðalslit og avbyrging eru vandar, sum vit mugu liva við, men sum vit eisini mugu verja okkum ímóti, annars verður her ikki liviligt. Við nýhugsan á bústaðarpolitiska økinum, eins og við backup-samskiftisskipanum og neyðfarleiðum kunnu vit byrgja upp fyri hesum, sum júst er hent. Nýggju tunlarnir í seinnu helvt av 2023 geva heilt nýggjar møguleikar fyri at hugsa nýtt, og Klaksvíkar Kommuna og smærru kommunurnar norðanfyri eiga at fara í dialog, gjarna saman við landsmyndugleikan, um, hvussu Norðoyggjar verða betri gagnnýttar og tryggjaðar framyvir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB