Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Hvør hevur ábyrgdina av at grava kava?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.01.2023 - 08:25 Leiðarin Tíðindi

Hann sigur nógvan kava nú í vikuni omaná tann nógva kavan, sum longu er komin. Bæði myndugleikar og borgarar eiga at gera sítt til, at ferðslan ikki verður tarnað óneyðuga.

 

Um vikuskiftið kom tað óvart á mong, at so nógvur kavi kom niður, og fleiri bilar hava staðið fastir í tímavís um vikuskiftið. Ja, sum vórðu farin út at koyra leygarkvøldið vórðu ikki grivin leys fyrrenn klokkan seks sunnumorgunin. Í Klaksvík fingu býarbussarnir ikki koyrt mánadagin 16. januar, og tað frættist, at heilt mong gjørdust ov sein í skúla og til arbeiðis mánamorgunin.

Landsverk hevur ábyrgd av at grava og salta landsvegirnar, t.e. vegir millum býir og bygdir, herundir eisini tunnilsvegir. Sagt verður tó frá, at tað ger lítlan mun at salta, sum veðrið er nú, tí saltið liggur leingi oman á ísinum, áðrenn tað byrjar at eta seg niður ígjøgnum, og til ta tíð kann tað verða fokið omanav og av vegnum. Grevsturin gongst tó væl, og hóast tað til summar tíðir er bíðitíð, leggur Landsverk nógv fyri at hava vegirnar millum bygdir opnar.

Kommunurnar hava ábyrgd av at grava kommunalu vegirnar inni í bygdum øki. Her verður javnan ilskast inn á, at vegirnir ikki eru nóg væl grivnir, men tað er ikki altíð, at kommunan kann lastast fyri tað. Til tíðir standa bilar til fortreð úti á vegunum, og teir gera, at gravimaskinan ikki fær grivið. Tí eiga borgarar at hyggja at og hugsa um, hvørt teirra bilur møguliga stendur til bága fyri gravimaskinurnar hjá kommuni, og um so er, so flyta bilin. Kommunan varðar av býarbusskoyringini, sum ikki hevur koyrt ígjár og í dag. Hetta tykist at verða ein løgin raðfesting. 

Borgarin hevur ábyrgdina av at grava inni á egnum grundstykki. Til nýggj hús, tað vil siga hús, ið eru umleið 30 ár, er vanliga krav um, at rúm er fyri at hava tvey parkeringspláss inni á grundstykkinum (kravið varierar nakað). Hús eldri enn tað eru ikki umfatað av sama kravi. Men her eiga vit at hjálpast at við at flyta bilarnar burtur av alfaravegi, har tað ber til, so maskinurnar fáa grivið.

Á vegastrekkjum, har tað ikki ber til at hava bæði sporini frí fyri bilar, eigur bilarnir altíð at standa í somu síðu av vegnum og ikki í báðum síðum, sum onkrastaðni sæst.

Borgarin hevur somuleiðis eisini ábyrgd av at grava fyri gangandi fólki á egnum grundstykki. Tað skal vera framkomandi og høgligt fyri postboðini at sleppa til postkassan hjá fólki, eins og tað sama er galdandi, tá bilarnir hjá IRF koma eftir ruski. Grivið skal vera, so tað er ómakaleyst at avheinta burturkastið. Leggjast kann afturat, at um persónur kemur til skaða vegna hálku inni á privatum grundøki, so kann eigarin av grundøkinum ábyrgdast fyri tað.

Eisini eiga fólk at taka áheitanirnar frá myndugleikunum til eftirtektar. Tá løgreglan, Landsverk ella kommunan mælir frá koyring, so eigur einans at verða koyrt, um talan er um heilsuvanda ella lívsvanda, annars ikki. Løgreglan veit at siga, at tey eru alt ov mong í tali, ið ikki fylgja ávísingunum og fara út at koyra, hóast tað ikki er ráðiligt, og hóast tað er óneyðugt. Tað kann vera til stóran bága fyri onnur ferðandi, herundir bæði neyðsynjarakfør og maskinur, ið fáast við kavagrevstur. Harumframt er tað eisini til bága fyri tann ella tey, ið ið skulu brúka tíð og orku uppá at fáa bilarnar leysar aftur. Farið tí ikki út at koyra, tá tað verður frárætt, uttan um talan er um neyðstøðu.

Latum okkum øll gera okkara til at hjálpa myndugleikunum við at halda vegirnar opnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroya Bjór: J-dagur í dag
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu