Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hvørki Dennis Holm, fiskimálaráðharri, ella Aksel V. Johannesen, løgmaður, hava higartil viljað sagt nakað um fiskiveiðuavtaluna við Russland. Danir fáa tí onki mótspæl | Mynd: Kringvarpið

Danir trýsta Føroyar, stuðlaðir av okkara egnu fólkatingslimum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.01.2023 - 10:26 Leiðarin Politikkur Vinna

Fólkatingið og danska stjórnin leggja nógv fyri at trýsta Føroyar úr Barentshavinum. Og heldur enn at umboða Føroyar og føroyingar, stuðla bæði tey føroysku fólkatingsumboðini dønum í hesum áganginum. Ivasamt er, um Løgtingið og Landsstýrið megna at standa ímóti trýstinum. Haðani valdar tøgn.

 

Enn fyrihalda Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin seg kúrrar um, hvørt flokkarnir sum heild standa aftanfyri ávikavist Onnu Falkenberg og Sjúrð Skaale, men flokkarnir taka heldur ikki frástøðu frá útsøgnunum um, at fiskiveiðiavtalan við Russland um Barentshavið skal steðgast við útgangin av 2023.

Somuleiðis brilliera sjálvstýris- og loysingarflokkarnir við síni fráveru frá kjakinum. Hvørki Fólkaflokkurin í andstøðu ella Tjóðveldi og Framsókn í samgongu hava meldað út, um hetta er tað, teir vilja. Tí fáa Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg frítt spæl, og fyri dønum sær tað ikki mætari út, enn at føroyingar veruliga ætla at lata vera við at leingja avtaluna við Russland. Tí ongin sigur føroysku fólkatingsumboðunum ímóti.

Hvussu skal tøgnin í Tinganesi tulkast? Tað er sera ilt at siga, tí nakað fyri valið søgdu bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi seg vera fyri at enda avtaluna, men hálsaðu síðani um og søgdu seg ikki kunna liva við, at føroyskar familjur, ið fáa sítt livibreyð gjøgnum fiskiskap í Barentshavinum, mistu hendan vinnuvegin. Flokkarnir hava sostatt verið bæði fyri og ímóti fiskiveiðuavtaluni seinastu 3 mánaðirnar, og eru tí truplir at rokna út. Ein útmelding má til.

Møguliga tiga flokkarnir, eisini Sambandsflokkurin, fyri at spæla upp á báðar hestar samstundis. Teir vilja kanska bæði hava atkvøður frá teimum, ið vilja taka føroysk skip úr Barentshavinum, og frá teimum, ið vilja hava sáttmálan longdan. In.fo gitir í síni oddagrein, at Landsstýrið tilvitað bíðar, so at tey í síðstu løtu komandi heyst kunnu gera sum Bárður á Steig Nielsen og siga, at nú er ov seint at gera broytingar, og tí verður galdandi sáttmáli longdur. Hevði tað verið so væl.

Kanska er vón. Frammanundan løgtingsvalinum tordi stjørnuskotið hjá Tjóðveldi, Eirikur í Jákupsstovu, at tala Roma ímóti og segði seg ikki vera fyri at steðga samstarvinum við Russland. Frimodt Rasmussen í Sambandsflokkinum segði tað sama, men fall á valinum. Men hvat heldur Eyðgunn Samuelsen, sum saman við Eiriki er samgonguumboð úr Norðoyggjum?

Nú fiskivinnan í Norðoyggjum er komin í geopolitiska klemmu, er tað sera ørkymlandi sum norðoyingur at fylgja við í almenna kjakinum um samstarvið við Russland. Tey, sum tora at siga sína meining, eru tey, ið stuðla donsku stjórnini í at trýsta føroyingar úr Barentshavinum. Tey í politikki, ið hava øvuta sjónarmiðið og vilja tryggja fiskiskapin í Barentshavinum og harvið livibreyðið hjá mongum norðoyingi, tora ikki at taka blaðið frá munninum.

Støðan minnir ikki sørt um Klaksvíksstríðið í 1953-1956, tá danir sendu herskip, politistar og hundar eftir norðoyingum. Okkara egna Landsstýri og sambandsløgmaður tá gjørdi onki, júst sum nú; tey tagdu og samtyktu. Munurin er, at tá tagdi Tjóðveldisflokkurin ikki, men stóð last og brast við norðoyingar – og bleiv ríkiliga løntur fyri tað á valinum í 1954.

Vit eru mong, ið vóna, at hann, saman við Framsókn, aftur fer at verja okkara søk mótvegis danska trýstinum. Frá fólkatingslimunum hjá B og C er í øllum førum ongin vón um stuðul.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár