Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Barentshavið sum partur av landgrunninum

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  26.01.2023 - 09:24 Poddar Politikkur Vinna

Fyri teimum, ið ikki hava beinleiðis tilknýti til fiskivinnuna í russiskum sjógvi, tykist tað neyvan sum nøkur hóttan móti dagligum breyði at seta søguligu rættindini í Barentshavinum í váða. Men fyri teimum mongu, sum hava hjallin har uppi, er støðan helst meira álvarslig. Óteljandi ársinntøkur eru í vanda, og rættindini til at fiska har á leiðini somuleiðis!

 

Onki, sum her verður sagt, skal skiljast sum ein verjurøða fyri teimum ræðuleikum, ið Putin fremur móti einum sjálvstøðugum landi í Europa! Men stórmál eru sjáldan einføld. Í tjóðveldisháborgini Kontórshavn hevði tað neyvan kenst stórvegis, um nakrir trolarar blivu lagdir og nøkur hundrað arbeiðspláss í Norðoyggjum hvurvu. Vit minnast, hvussu tað gekk, tá fiskiskapurin við t.d. Flemish Cap støðgaði – tað kostaði virkir, skip og mong arbeiðspláss í Norðuroyggjum.

Hesi skipini hava og høvdu sjálvandi manning úr øllum landinum, men tað var kortini norðanfyri, at sviðin kendist. Boykotta vit fiskivinnusáttmálan við russar, so kunnu vit eisini rokna við at fiskivinnurættindini hvørva með alla. Hvat hendir so við teimum íløgunum, sum eru gjørdar, og sum eru á veg í russiskum sjógvi, og øllum teimum arbeiðsplássunum í Føroyum, sum hvíla í hesum íløgum? Hvørji skulu og megna í skundi at gera íløgur í tann fiskin, russar fiska við Føroyar?

Donsku miðlarnir rópa hart um hesa støðuna og vísa á, at mong donsk virkir hava blokerað Russland. MEN lutfalsliga, um ein triðingur av arbeiðsplássunum í onkrari vinnu ella landslutum vóru í vanda orsakað av blokadunum, mundu teir tá verið so mælskir? Trupulleikin i Føroyum er, at vit hava stórt sæð bara eina vinnu, og tað er fiskivinnan – okkara grannalond hava nógvar vinnur at taka av, og tí koma handilsforðingar móti Russlandi og Putin ikki at raka so meint sum í Føroyum.

Sæddur við vesturlendskum eygum og úr einum demokratiskum sjónarmiði er Putin ein fíggindi av mannaættini og fólkaligum frælsi, og meiningsleysa framferð hansara við at leggja Ukraina í sorl er eitt krígsbrotsverk av fúlasta slagi. Hann sleppur at gera tað, sum hann ger, tí hann hevur kjarnorkuvápn, og tí hann er so ørur, at hann helst ikki smæðist fyri at nýta tey, um hann verður kroystur upp í ein krók. Hann er líkaglaður, um kjarnorkuvápnini eisini skaða hansara egnu!

Eg vænti ikki, at nakar av teimum, sum ætla at leingja fiskivinnusáttmálan við russar, taka undir við bølmennishugsanini hjá Putin og hansara nærmastu. Men tað kann vera, at føroyingar áttu at roynt at greitt umheiminum meira nágreiniliga frá støðuni í Føroyum. Danmarks Radio nýtir ein føroyskan tíðindamann, sum er heimsmeistari í uttanumtosi, og sum sjáldan ella aldrin kemur til kjarnuna í málinum, tá hann er at hoyra í DR. Føroyingar eiga ikki at taka tað sum eina sjálvfylgju, at øll heimsins fólk vita alt um Føroyar, tíansheldur at danir gera tað. Tað finnast óteljandi blettir á jørðini, ið føroyingar onki vita um. Føroyingar hava eisini skyldu til at kunna umheimin – eisini danir – um føroysku búskaparstøðuna, at Føroyar eru ein monoøkonomi, har alt snýr seg um fiskivinnuna.

Tað ljóðar kanska løgið fyri restini av Føroyum, men ert tú uppvaksin í Norðuroyggjum við hjallinum beinleiðis ella óbeinleiðis á sjónum, so kennist Barentshavið sum partur av føroyska landgrunninum. Tað fer at følast svárt at missa hendan partin av landsins ogn með alla! Og um vit eru so hugmóðug, at vit halda, at øll eiga at vita alt um Føroyar, og vit onga skyldu hava til at kunna villeiðandi útlendskar fjølmiðlar, so kann tað eisini fáa fylgjur í longdini.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Gittar­framsýning í Varpinum í samband vi…
Bakkafrost leggur seg ikki út í linjufør…
Viðmerk­ingar frá Búskapar- og Løgfrøðing…
Rajani vildi flyta Bjarnason, men Løgmað…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Barna­familjur­nar sleppa undan ansingargj…
Video: Todi greiddi frá um KÍ í 1991 og…
- STÁSTÍÐ setur fokus á alt tað góða vit…
Takkarkvøða til Arnhold Vegghamar
Hesi hava vunnið ársins bestu hjá Bláu B…
HJARNAR: Nøkur eyka setur tøk leygardagi…
Tjóðveldi kann vinna norð­urøkið aftur
Krafta er sett í verðina at kappast um o…
- Man kann ikki venja seg lættan, góður…
Stanley og bókin í Føroya­húsinum
Lív Maria Róadóttir Jæger vitjar á Bókad…
Kirkjukór við plátu og fløgu
Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldu…
Fráfaringarløta fyri Bettu
Todi á heimavølli