Lýsing
Lýsing
Lýsing

Danskar fyritøkur ongan skund at fara úr Russlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.01.2023 - 15:48 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Meðan føroysku fólkatingslimirnir eru blivnir trýstir til at siga, nær Føroyar skulu gevast við handilssamstarvi við Russland – bæði siga við árslok av 2023 – gongur munandi meira striltið at fáa danskar fyritøkur at taka seg aftur úr Russlandi. Einans 70% av donsku fyritøkunum eru farnar sambært Dansk Industri.  

 

Danska blaðið Børsen hevur spurt nógvar danskar risa- og stórfyritøkur um, nær tær vænta at verða farnar úr Russlandi, og tær hava ymisk svar. Flestu teirra vita ikki.

Risafyritøkurnar Mærsk og Danfoss nokta at svara, í øllum førum alment. Mærsk sigur, at sovorðið verður ikki kunngjørt í pressuni, og Danfoss sigur, at tey ikki ynskja at melda nakrar væntanir út, og at tey ongar aðrar viðmerkingar hava. Stórfyritøkurnar Flügger, Per Aarsleff og Brødrene Hartmann siga, at tað er ivasamt, “nær teirra sølutilgongdir verða avsluttaðar”, sum tær orða tað. Við øðrum orðum fáa vit onki at vita um, nær – ella um – hesar fyritøkurnar rýma úr Russlandi.

Onkrar fyritøkur hava tó sett ein tíðarhorisont á. Carlsberg ætlar at vera farið úr Russlandi í seinasta lagi í juni í ár (2023). Vestas sigur, at tey verða úti, tá árið í ár er av, t.v.s. áðrenn nýggjár. Hetta sama sigur Hempel.

Men summar fyritøkur hava als ongar ætlanir um at fara, og ein teirra er Ecco. Ecco hevur sambært Børsen 250 handlar í Russlandi við tilsamans 1.800 starvsfólkum, og toppstjórin Panos Mytaros verður av Børsen endurgivin fyri at siga, at tey “ætla ikki at trýsta á avtrekkjaran, ið sendir 5.000 fólk á gøtuna”.

Fyritøkurnar Rockwool, Dinex og Idavang hava heldur ikki ætlanir um at fara, í øllum førum ikki alment. Stjórin í Dinex stúrir fyri, at hansara fyritøka verður nationaliserað, um hann rýmir, meðan í Idavang óttast tey fyri, at tað fer at fáa keðiligar avleiðingar fyri starvsfólkini. Og Rockwall sigur, at týdningarmikil tøkni fer at enda á russiskum hondum, um teirra fyritøka trekkir seg.

Børsen endurgevur eisini hagtøl frá Danmarks Statistik, ið siga, at í 2020 vóru tilsamans 159 danskar fyritøkur við dótturfeløgum í Russlandi, og tey høvdu í alt 21.671 starvsfólk í starvi. Sambært Dansk Industri hava tilsamans 70% av donsku fyritøkunum í Danmark antin trekt seg heilt úr Russlandi, ella hava steðgað virkseminum har fyribils (“sagt aktiviteter på hold”, sum Børsen orðar tað).

19% av donsku fyritøkunum halda fram við virksemi í Russlandi, men hava steðgað íløgum, meðan 11% hava minkað um virksemið í Russlandi, men halda kortini fram. Ongin fyritøka heldur fram óbroytt.

Fyrivarni skal takast fyri, at tað ikki er heilt greitt, hvussu Dansk Industri hevur roknað seg fram til síni tøl. Men siga vit sum Dansk Industri, at tað eru 70% av donsku fyritøkunum, ið hava trekt seg, eru knapt 50 danskar fyritøkur eftir í Russlandi, og millum tær teljast fleiri risastórar fyritøkur, ella rættari dótturfyritøkur hjá teimum. Av teimum eru tað bert fáar, ið fáast at siga, at tær fara úr Russlandi og nær. Nógvar hava ongan tíðarhorisont sett á, og onkrar siga beinleiðis, at tær ikki fara.  

 

Kelda: https://borsen.dk/nyheder/virksomheder/danske-giganter-aner-ikke-hvornaar-de-kan-vaere-ude-af-rusland?b_source=borsen&b_medium=row_10&b_campaign=six_seven_1 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Broytingar í ferðsluni uttanfyri Christi…
Sjóndepilin nýggjan leiðara
Tiltøk í vikuni
Mótrokningin ein bati í samfelagshøpi
Ársfundur nummar 50 hjá Ráðnum fyri Ferð…
Virkið Vár skráin sæst her
Símun Háberg vitjar Norðlýsið
Kirkjan fyri størri umvæling
Veðrið í dag
Fiskimála­ráð­har­rin vitjaði JFK í Barcelo…
Flaggdagshald í Vágstúni
Drál máar aftur støðið undan rættartrygd…
Vælkomin til forvitnisligt franskt kvøld…
Flogbóltsfinalur við Tjarnir leygar­dagin
SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íve…
Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy