Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heim eftir Garðavegnum í minninum

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  28.01.2023 - 09:13 Mentan Tíðindi

Tað var hugnaligt heim eftir Garðavegnum, men hann var ikki altíð í so góðum standi í 1960 unum. Eg minnist serliga væl tekningina hjá Óla P í “Rukkulakkanum”, har dunnurnar liggja og skvambla í nógvu hyljunum á vegnum.

 

Soleiðis sá tað út heimeftir Garðavegnum, tað fyrsta eg minnist ella nakað áðrenn tað. Myndin er tikin beint niðanfyri húsini hjá Dia í Kunoy, sum búði í ovaru hæddini í húsunum saman við konu og børnum. Í kjallaranum hevði Dia snikkaraverkstað, og har vóru nakrir mans í arbeiði. Serliga væl minst eg ljóðið frá sagunum, tá eg kom framvið.
Beint sunnanfyri húsini hjá Dia síggjast tey hvítu og vøkru húsini hjá Idu og Jóhan Purkhús. Tey høvdu eitt lítið og fitt høsnarhús beint omanfyri og sunnanfyri húsini, sum ikki síggjast á myndini.

Sunnanfyri hjá Idu og Jóhan vóru Gerda og Evald Kjølbro næstu grannar Teirra hús koma akkurat undan á myndini. Húsini lógu eitt sindur niðan frá vegnum, og niðanfyri tey var eitt stórt pláss, har tey fingu sær stóran urtagarð. Tá tað leið móti sumri og um sumrini, var Gerda ofta at síggja í urtagarðinum, sum var ógvuliga vakur, og sum Gerda passaði so avbera væl. Evald sást ofta eftir Garðavegnum, tí hann gekk vanliga til og heim frá arbeiði á kontórinum hjá Kjølbro. Evald var lættur at leggja tilmerkis, tí hann var av stórstu monnum.

Heimanfyri hjá Evald, búði Maria saman við sínum trimum synum. Maria giftist í 1957 við Jónstein Biskupstø, men hann doyði longu í 1964, so hann minnist eg ikki. Í 1971 giftist Maria uppaftur við Guttorm Klein frá Gjógv, og tey fingu eina dóttir saman. Mamma og Maria vóru góðar vinkonur, og tær tosaðu ofta um tógv og binding, tað eg minnist. Synirnir hjá Mariu í fyrru giftu sigldu seinni sum yrirmenn á trolarum í Klaksvík, og eg ivist ikki í, at Maria hevur verið glað fyri, at tað gekst teimum so væl.

Longur heimi síggjast tey hvítu húsini hjá Óla Hans á Biskupstøð, og beint sunnanfyri tey búði Óli hjá Mortan við konu og dóttir. Óli hevði bara annan armin, tí hin hevði hann mist sum stórur smádrongur. Eg haldi meg minnast hann fortelja, at einaferð teir høvdu verið eftir krákuungum ella onkrum líknandi, kom ein steinur á hann og kvetti armin av. Óli arbeiddi á kontórinum hjá Kjølbro, men hann átti ein maskinbát, sum hann róði út við einsamallur um sumrini, og tað gekst honum væl at fáa fisk. Eg haldi men minnast, at hann onkuntíð kom upp í eini 3000 pund ella eitt sindur meira enn tað - einsamallur maður á báti við einum armi.

Nú bleiv hetta nakað drúgt, men eg má líka nevna eldra Jógvan Skorheim, sum búði omanfyri vegin beint sunnanfyri ovara partin av Biskupstøðbrekkuni. Jógvan var skómakari og hevði skósmiðju í kjallaranum. Tá vóru ikki nógvir pengar millum vanlig fólk, og tí vórðu skógvar ikki tveittir burtur, bara tí teir vóru eitt sindur slitnir. Tí varð eg ofta sendur heim til Skorheim við skóm, sum skuldu forsollast ella umvælast á annan hátt.

Tað var hugnaligt heim eftir Garðavegnum, men hann var ikki altíð í so góðum standi í 1960 unum. Eg minnist serliga væl tekningina hjá Óla P í “Rukkulakkanum”, har dunnurnar liggja og skvambla í nógvu hyljunum á vegnum.

Ein mynd hjá Jóhan Purkhús eldra.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen