Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Pól Sundskarð (nýggj mynd)

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.11.2025 - 20:21 Tíðindi Veðrið

Fyrstu dagarnar í vikuni, sum stendur fyri framman, fer lýggja luftrákið at halda fram. Veðrið fer at líkjast tí, vit hava havt við frískum vindi saman við ælaveðri ella regni. Í miðvikuni fara vit at hava tað frægasta veðri hesa vikuni við lítlum vindi av ymsum ættum, men eftir tað er aftur meira vindur.

Lágtrýst liggja vestan fyri Føroyar fyri tíðina og gera alt av sær. Brúgvaløg standa í flokk og rað og taka sítt tørn at leggja leiðina framvið. Mikudagin eru tey burtur, og mikudagin fáa vit hátrýstveður. Hósdagn og fríggjadagin fara lágtrýst at nærkast okkum sunnaneftir, og eisini tey fara at hava brúgvaløg við regni við sær.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Fyrrapartin er frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og hann fer at liggja millum sunnan og landsynning. Loftið samdrigið og okkurt ælið. Seinnapartin og frameftir frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 6 til 11 stig.

Týsdagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður veksur til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.

Mikudagin:

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, men spakuliga minkandi niður í lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Sólglottar og okkurt ælið, sum frá líður turt fyri tað mesta. Hitin 7 til 12 stig.

Hósdagin:

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, men spakuliga veksandi til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.

Fríggjadagin:

Fyrrapartin frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, seinni minkandi niður í lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Fyrst samdrigið og regn, men sum frá líður bert okkurt ælið og onkur sólglotti. Hitin 8 til 12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ásmund Olsen á hósdagskafé­ini í Betesda
Café Gloria við besta Torramati í Skálan…
Lyklaleikari hjá KÍ missir alla fyrru há…
Hósdagin 19. februar verður stór ferðavi…
KÍ spælir síðsta venjingardystin
Torradagar á Skúlatrøð
Er kuril á tráðnum í samgonguni?
Bjargingarbrøgd í KFUM & K
2025 var heitasta árið á Landgrunni­num í…
Torratingið avlýst!
Magnus Rasmussen stillar ikki uppaftur
Beinir spyr um Kalsoyar­leiðina
Januar 2026 - hvussu royndist veðrið?
Torramatur í Skálanum kl. 11.30 - 17.00…
Petur á Roykheyggi í Betesda í kvøld
Oyggja­fundur um undirsjóvar­tunnil
Framvegis stórt trýst á bústaðarmarknaði…
Torraskráin Mikudagin
Bílig fígging ger dýrar verkætla­nir lokk…
Brøgd á sjónum
Lýsing