Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er við sorgblídni, at 77-ára gamli Gullak Madsen nú mynstrar av brúnni. Hann hevði helst viljað sæð døtur sínar yvirtikið reiðaríið, men hesum forðar donsk lóggáva | Mynd: Nordjyske

Døtur sleppa ikki at eiga reiðarí

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.02.2023 - 10:00 Politikkur Tíðindi Vinna

Hóast føroyingurin Gullak Madsen, reiðari í Hirtshals, heldur ennfegin vil lata døtur sínar taka við eftir seg, nú hann leggur frá sær sum 77-ára gamal, so er tað ikki ein møguleiki. Reiðaríið, ið ber navnið Ruth, er nevniliga heimahoyrandi í Danmark, og donsk lóggáva forðar Gullaki í at lata døturnar taka yvir. Tí er reiðaríið í staðin selt.

 

Nýggju eigararnir av reiðarínum Ruth verða fyritøkurnar Beinur, Asbjørn og AB Ocean. Í reiðarínum Beinur er ein annar føroyingur, Fríðálvur Tindskarð, so Ruth fer ikki heilt av føroyskum hondum. Men Gullak Madsen hevði allarhelst viljað, at hansara tríggjar døtur kundu tikið yvir eftir hann. Tað er bara ikki ein møguleiki í danska samfelagnum í dag.

- “Tað er ongin loyna, at eg helst hevði viljað sæð næsta ættarliðið fingið møguleika at rikið okkara reiðarí víðari. Eg havi tríggjar fantastiskar døtur, og tær hava allar tríggjar førleikarnar og viljan til at halda fram við fyritøkuni”, sigur Gullak Madsen. “Men tær eru ikki “fiskere på dækket”, og er ein ikki tað, er tað ikki loyvt at eiga eitt fiskifar”.

Víðari sigur Gullak Madsen við Nordjyske, at “tað er harmiligt, at vit í Danmark í 2023 ikki hava karmar og vilkor, ið tiltrekkja tey, sum duga og vilja fiskivinnuna. Tað ger okkum veikari í kappingini við restina av heiminum, og vit diskriminera eisini ímóti teimum menniskjunum, ið kanska ikki hava neyðuga fysikkin til at standa á skipsdekki”, sigur Gullak, og stúrir fyri komandi ættarliðum í so máta. 

Gullak Madsen er sum nevnt 77-ára gamal og býr í sethúsum í Hirtshals saman við familju síni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni