Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað eina barnið, ið ikki er føtt á LS, er føtt á Suðuroyar Sjúkrahúsi og tað var mamman, sum ynskti tað

626 nýggir føroyingar bornir í heim 

SKRIVAÐ: LS  |  02.02.2023 - 08:31 Tíðindi

Tað vórðu 626 børn fødd í Føroyum fjør. Øll uttan eitt vórðu fødd á Landssjúkrahúsinum, 307 gentur og 318 dreingir. Heili 12 tvíburðapør vórðu í 2022.

 

Nú hava hugt eftir hagtølunum fyri børnini, sum komu í verðina í 2022. Samanborið við árið fyri, so vórðu eitt vet færri børn fødd í Føroyum í fjør enn í 2021, tá tey vóru 678 í tali.

Tað er væl kent, at føroysku børnini hava góða vekt. Miðalvektin fyri børnunum hjá teimum, ið áttu fyrstu ferð, var 3640 gram. Hjá teimum, sum høvdu átt áður var miðalvekin hjá børnunum 3774 gram. Umleið triðjahvørt barn vigaði í 2022 meira enn fýra kilo við barnsburð og seks prosent við 4,5 kilo ella meira.

Samanlagt vóru tað 175 mammur, sum fingu sítt fyrsta barn í 2022. Miðalaldurin hjá teimum var 27,15 ár. 209 fingu sítt annað barn, 175 sítt triðja og hjá 48 mammum var talan um fjórða barnið.

Tá eitt barn verður føtt, kunnu foreldrini seta eina nál á føðitalvuna, sum hongur í gongini á føðideildini, sí mynd 

Landssjúkrahúsið ynskir tykkum øllum somlum hjartaliga tillukku

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð