Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Sjúkrahús 125 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.02.2023 - 19:58 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi

Í dag kunnu vit hátíðarhalda, at Klaksvíkar Sjúkrahús er 125 ár

Tað er stórt og tað hava vit markerað. Vit hava havt vitjan av hornorkestrinum, sum spældi nøkur løg, tá fólk komu til arbeiðis í morgun, ordiligur hátíðardámur. Starvsfólk ynskja hvørjum øðrum tillukku og vit hava fløgg og blómur á borðinum,  so hugnaligur stemningur. Køkurin gjørdi ein deiligan døgurða og fólk góvu sær tíð at njóta máltíð og samveru. Eisini hava vit havt flottar lagkøkur, so starvsfólk kundu fáa ein søtan bita seinnapartin. Sami rættur var á matarlepanum til sjúklingar og tey hava eisini fingið lagkøku seinnapartin.

At hava havt eitt sjúkrahús her í 125 ár, er nakað heilt serligt. At fara frá einum læknahúsi og økislækna, til eitt sjúkrahús, hendi ikki yvir nátt. Norðoyingar og eysturoyingar savnaðu pening í nøkur ár, áðrenn sjálvt sjúkrahúsið stóð klárt at taka í nýtslu tann 2. februar 1898.

Síðani 1898 er sjúkrahúsið bygt út og um nakrar ferðir. Fyrst í 1960’unum varð bygt út og seinasti parturin varð bygdur uppí í 1988. Í 1984 stóð Norðoya Røktarheim, sum er bygt uppí sjúkrahúsið, liðugt, og tá fekk sjúkrahúsið stóran køk, goymslu og kapell. Síðani tá er ikki bygt út, men nógv er bygt um. Tørvurin er broyttur, og sjúkrahúsið hevur tillagað seg til tørvin og menningina rundan um okkum.

At hava eitt lokalt sjúkrahús hevur havt líka stóran týdning øll hesi árini. At hava stuttan veg til serkøna hjálp, tá tørvur hevur verið á tí, er sjálvandi tað, ið hevur havt størst týdning. Men eisini at hava eitt so gott arbeiðspláss og støðug arbeiðsfólk, ið trívast væl. Og at hava eitt stað, ið lokalsamfelagið hevur staðið saman um at skapa. Tað er nakað serligt og nakað, sum vit eru takksom um.

Takk fyri dagin í dag, ein deiligur dagur.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð