Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndir í trúnni

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  04.02.2023 - 12:08 Mentan Myndarøð Tíðindi

í gjár lat upp áhugaverd framsýning umboðandi trúnna og trúarlívið, har summi av listaverkunum eru úr kirkjum í Føroyum.

Karen Lykke Grand, stjóri bjóåaði vælkomin og greiddi hugtakandi frá, hvussu framsýningin var komin í lag og takkaði øllum teimum mongum, sum høvdu lænt savninum list til framsýningina.

Theodor E. D Olsen, prestur hugleiddi um list og trúnna, um at duga at gáa um, at skapa og kanska byrjar alt við skapanini - vit tosa eisni um at skapa list – trúgvin kann ikki síggjast, men kann tó avmyndast onkusvegna. Søgurnar og ímyndirnar eru nógvar,

Føroyslu listafólkini hava gjørt Harran til ein ljósan føroying og ikki ein døkkan mann við myrkum hári, sum uppruni hansara helst er. Eisini er hann umborð á einum føroyskum áttamannafari, heldur enn ein av teimum, sum sigldu á Genesert vatni.

Í føroyska bátin og nógvum av amboðunum varð eisini ristur krossur. So trúgvin og arbeiðslívið var partur av somum søk.

Soleiðis skriva Lisatsavnið á heimasíðu síni um framsýningina, sum tú mást ómaka tær at síggja:

Trúgv kann vera nógv ymiskt. Ein átrúnaður, ein sannføring, yvirtrúgv, okkurt eksistentielt, okkurt abstrakt.

Í føroyska samfelagnum hevur trúgv fylt ógvuliga nógv, og tað ger hon í stóran mun enn í dag. Taka vit átrúnað, er tað serliga kristindómurin, sum fyllir nógv í Føroyum. Áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar, var tað Ásatrúgv, eisini nevnd norrøna gudalæra, sum var høvuðstrúgvin undir fornøld og víkingatíðini. Hægstu gudarnir, eisini kallaðir æsir, vóru í Ásatrúnni Óðin og Tórur.  

Í dag eru fleiri enn 140 kirkjur og samkomuhús í Føroyum. Kirkjurnar hava flest allar eina altartalvu, og tískil hava tær eisini verið nøkur av fáum almennum støðum, har tað hevur verið møguligt at síggja list. Gjøgnum tíðirnar hava listafólk nevniliga skapt óteljandi stórverk og altartalvur til ymsar kirkjur, tempul og samkomur eftir bílegging.

Hetta er ikki bara galdandi fyri Føroyar men fyri alheims- og serliga evropeisku listasøguna eisini. Av somu orsøk hava átrúnaðarlig myndevni eisini ein sera stóran og týðandi leiklut í alheimslistasøguni. Vit kenna millum annað myndevni so sum “Hin heilaga kvøldmáltíðin,” “Krossfestingin,” og “Pietà,” sum vísir Mariu Moy við deyða soni sínum í fanginum.

Tí kann eisini sigast, at trúgv og list hava verið sera tætt knýtt hvør at øðrum søguliga sæð. Ikki minst, so hevur list teir eginleikar, at hon kann skapa nærum andaligar upplivingar.

Men hvussu er trúgv avmyndað í føroysku listini? Tað ber til at síggja á hesi framsýningini. Framsýningin sýnir fram eitt breitt úrval av listaverkum, ið viðgera trúgv. Eldsta verkið á framsýningini er frá 1842, og nýggjasta verkið er gjørt í 2022. Meðan summi av verkunum snúgva seg um kristindóm, snúgva onnur seg um norrønu gudalæruna, umframt eina meiri abstrakta, andaliga trúgv.

Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:

Astrid Andreasen, Jóhan Martin Christiansen, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir, Heiðrik á Heygum, William Heinesen, Astri Luihn, Oggi Lamhauge, Marianna Matras, Anker Mortensen, Rannvá Holm Mortensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Eli Smith, Vár Samuelsen, Eleanor C. Tscherning og Tita Vinther.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gevst í KÍ við fýra FM í fimm ár
Er bilurin klárur til veturin?
Mimmy vitjar Norðlýsið
Góða heystfrí
Vín og føroyskur matur í søguríka Biskup…
Dansivetu­rin byrjar
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Friður á pallinum: Nú er Selsdon klárur
Miðnám á Kambsdali: Almenn móttøka 20. o…
Føroyingar fyri friði fegnast um friðara…
Nýggjur KÍ sangur
Aftur tepurt tap
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Í heyst­fríðtíð­ini er svimji­høllin meira…
Framløga og frásøgn í Smæruni
Lýsing