Lýsing
Lýsing
Lýsing
Veksandi vindur av útsynningi í dag, úr 10 til 15 m/s áðrenn arbeiðstíð í morgun upp í 20 til 25 m/s á midnátt. Ælaveður allan dag, í kvøld og í nátt samregn. | Mynd: Vørn - mátistøðin í Mykineshólmi

Nógvur vindur í kvøld og í nátt

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.02.2023 - 07:30 Tíðindi Veðrið

Fyrsta veruliga illveður hendan veturin er í kvøld. Eitt lágtrýst liggur í morgun í Grønlandsfjørðinum. Tað gongur í landnyrðing.

Tað er ikki so djúpt. Klokkan 6 var trýstið í miðjuni 974 hPa. Tey kunnu vera væl djypri enn tað. Orsøkin til, at tað verður so nógvur vindur, er, at lágtrýstið trýstur seg ímóti einum hátrýsti, sum liggur við Asornurnar. Har er trýstið 1040 hPa. Trýstmunurin er sostatt 66 hPa í einum lutfalsliga lítlum øki – leysliga mett 1200 fjórðingar.

Føroyar liggja mitt á hesum øki.

Ættin í morgun er útsynningur, vindferðin í miðal er 10 til 15 m/s. Sum dagurin gongur, so fer vindurin at veksa úr somu ætt. Allan dag ælaveður.

Nakrar tímar eftir middag er vindferðin farin upp í 15 til 20 m/s, og um 20 tíðina eru 18 til 23 m/s. Gevið gætur, at hetta er miðalvindferð. Hvirlurnar fara at vera oman fyri 30 m/s.

Fram ímóti midnátt er miðalvindferðin 20 til 25 m/s, og tað fer at vera samregn. Hetta er veðrið alla nátt.

Klokkan 8 í morgin ári fer vindurin at minka. Fyrst norðan- og vestanfyri og 1 ella 2 tímar seinni er minni vindur kring alt landið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík