Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lítið ikki altíð á barometrið!

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  07.02.2023 - 15:57 Tíðindi Veðrið

Veðurtekn - nýggj sum gomul - kunnu vera neyv og álítandi.

Petur Hans Dahl hevði veðurforsagnir fyri alla vikuna hvønn mánamorgun 2017-2021. Hann endaði forsagnirnar við einum veðurtekni.

21. januar í 2019 las hann hetta veðurteknið, sum hann hevði fingið úr bókini hjá Osmundi Justinussen, Í kjalarvørrinum:

Lítið ikki á barometurstandin, tá ið hann er útsynningur. Tað kann gerast rættiligur stormur, sjálvt um barometrið stendur høgt.

Tað er sagt frá nógvum vindi í kvøld og í nátt av útsynningi. Miðalvindferðin fer at vera stomur og eitt sindur meiri enn tað. Stormur er, tá ið vindferðin er ímillum 20,8 m/s og 24,4 m/s; hvassur stormur er, tá ið miðalvindferðin er millum 24,5 m/s og 28,4 m/s. Eftir hesum gamla vindstiga kunnu vit siga, at miðalvindurin í nátt fer at vera stormur ella hvassur stormur.

Barometrið var og er framvegis eitt hitt týdningarmesta tólið, sum brúkt verður í veðurfrøði – uppfunnið í 1643.

Tey fyrstu nógvu árini varð tað lisið soleiðis, at var høgur barometurstandur, merkti tað góðveður. Lágur barometurstandur merkti illveður. Fólk, sum skuldu út á havið ella til aðra vinnu, lósu barometrið og gjørdu niðurstøðu út frá tí – saman við øðrum veðurteknum, sjálvandi.

Stóð barometrið høgt snimma á morgni, varð bátur drigin úr neysti og flotaður, tí teir væntaðu góðveður allan dagin. Stóð tað lágt, fóru teir ongan veg.

Hetta var álítandi, men ikki altíð. Einki veðurtekn einsamalt heldur allatíðina.

Tað er júst hetta veðurteknið í bókini hjá Osmundi Justinussen snýr seg um. Teknið er ein ávaring um ikki at líta á barometrið, tá ið tað er útsynningur.    

Barometurstandur í Føroyum í dag er 1009 hPa; á midnátt í kvøld er tað væntandi um 1000 hPa. Hetta er ein sera høgur barometurstandur, tá ið hugsað er um, at tað er stormur! – júst sum veðurteknið bendir á.

Tað sama var seinasta vikuskifti. Barometurstandurin í Føroyum var 1012 hPa, hóast vindurferðin var upp ímóti stormi onkra løtu.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík