Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kavin lá ikki leingi á hesum sinni. Bert 1 samdøgur ella so. Í vikuskiftinum fer eingin kavi at detta niður, alt avfallið er regn. Heldur ikki fyrstu dagarnar í næstu viku kunnu vit vænta kava. | Mynd: Gunrið Kallsberg

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.02.2023 - 15:00 Tíðindi Veðrið

Ættin hetta vikuskiftið fer at liggja um útsynning – tó onkur løtu upp í vestan ella niður í móti suðuri, men so er aftur útsynningur.

Vindferðin um vikuskiftið er skiftandi – minsti vindur 3 til 8 m/s seint í kvøld og í nátt, men eisini onkra løtu sunnumorgunin. Mesti vindur 13 til 18 m/s, sum er eitt skifti seinnapartin í dag og leygarkvøldið eisini.

Eitt sindur av avfalli fer at vera. Yvirhøvur turt í dag og í morgin, tó onkur løta við regni leygarnátt og -kvøld og sunnunátt.

Hitin alt vikuskiftið fer at liggja um 8 til 11 stig.

Taka vit tað meir í smálutum, so er vindferðin 8 til 13 m/s av útsynningi vestri restina av degnum í dag. Eitt sindur minni vindur norðanfyri – t.e. í Norðurstreymi, Norðureysturoy og pørtum av Norðoyggjum – har er niður í 3 til 8 m/s.

Tað var skýggjað, og tað regnaði illa í nátt og eitt sindur út á morgunin, men síðan tá er skýlagið brotið eitt sindur, og tað hevur verið ælaveður, og sum tað er liðið út á dagin er yvirhøvur turt.

Hitin í dag 7 til 10 stig.

Í nátt dregur aftur á luftina, tað gerst skýggjað og tað fer at regna nakrar tímar. Ættin lækkar niður í útsynning, og eitt skifti er minni vindur, men vindur fer at veksa fyrrapartin. Á middegi eru aftur 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður.

Seinnapartin í morgin (leygardagin) eru 8 til 13 m/s av útsynningi, skýggjað og ælaveður. Um kvøldið er vindurin vaksin eitt sindur, upp í 10 til 15 m/s, enn skýggjað og ælaveður.

Hitin í morgin 8 til 11 stig.

Sunnunáttina minkar vindurin niður í 5 til 10 m/s. Ættin framvegir utsynningur, tað er skýggjað og regn. Seinnapartin veksur aftur upp í 8 til 13m/s, sum frálíður klárari loft og okkurt ælið.

Hitin sunnudagin 7 til 10 stig.

Mánanáttina er sunnan, 5 til 10 m/s, klárt og yvirhøvur turt.  

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík