Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í vikuni, sum stendur fyri framman | Mynd: Rani Nolsøe

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.02.2023 - 20:05 Tíðindi Veðrið

Í fyrru helvt av vikuni fara vit at hava eitt luftrák sunnaneftir. Luftin stavar frá Suðurevropa og Miðalhavinum. Hon er lýggj og ikki so slavin, sum annars eru von við. Fyrstu dagarnar er tí lýtt veður og fyri tað mesta turt.

Mikudagin fer køld luft úr Suðurgrønlandi at troka ta heitu luftina burtur. Eftir tað er kaldari veður við skiftandi skýlofti og ælaveðri, sum er eitt bland av regni, vátakava og fríggjadagin eisini við kava.

Veðrið í vikuni – dag fyri tað:

Mánadag: 8 til 13 m/s av útsynningi; um morgunin lækkar hann niður í sunnan. Skýggjað ella smáskýggja allan dagin og yvirhøvur turt.

Hitin mánadagin 6 til 9 stig.

Týsdag: Sunnan, 8 til 13 m/s. Skýggjað ella smáskýggjað og okkurt ælið, serliga tíðliga um morgunin og um kvøldið.

Hitin týsdagin 7 til 10 stig.

Mikudag: Sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn um náttina. Fyrrapartin støkkur hann upp í vestan, og vindurin niður í 3 til 8 m/s, framvegis skýggjað og regn. Seinnapartin og um kvøldið lítið lot úr ymsum ættum, undir 5 m/s, skýggja og regn, men sum frálíður turt.

Hitin mikudagin fer at lækka úr 8 til 11 stigum um náttina niður í 3 til 5 stig út á dagin.

Hósdag: Útsynningur, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og okkurt vátakava- ella regnæl. Minkandi vindur út á dagin, men framvegis smáskýggjað og ælaveður við ergni ella vátakava.

Hitin hósdagin millum 2 og 5 stig.

Fríggjadag: Norðan og útnyrðingur, 8 til 13 m/s, fyri tað mesta smáskýggjað og kavaæl. Um kvøldið vestan ella útsynningur, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og kavaæl.

Hitin fríggjadagin millum frostmarkið og 4 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík