Lýsing
Lýsing
Eftir væleydnaða ráðstevnufundin í Løkshøll, sum endaði við tjóðsanginum, sat ein eftir við spurninginum um, hví ongin hevur funnið upp á hetta tiltakið fyrr. | Mynd: runavik.fo

Forkunnugt og tiltrongt tiltak í Løkshøll

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.02.2023 - 22:50 Politikkur Tíðindi Vinna

Samgongan og serliga samgonguskjalið vórðu veruliga eftirhugd í seymunum í Løkshøll í kvøld. Talan var um ein stak siðiligan fund, har løgmaður fyrst fekk høvi at greiða frá sínum ætlanum og ein breið, væl útvald vifta av interessentum síðani gjørdu sínar metingar av samgonguskjalinum. Ben Arabo var orðstýrari og leiddi fundin.

 

Tað var ein væl upplagdur borgarstjóri, ið beyð vælkomin og luttók sjálvur seinni um kvøldið. Hann innleiddi fundin hugfarsliga við Platon og Aristoteles og leiddi áhoyrafjøldina niður í tað ítøkiliga, ið var føroyskur politikkur anno 2023. Eftir hann fingu luttakararnir eitt korter í part at greiða frá sínum sjónarmiðum og metingum.

Løgmaður var næstur á skrá. Hann greiddi frá, hvat stóð í samgonguskjalinum, og útdýpaði okkurt av tí nærri. Haldføri, fíggjarligt skynsemi og sjálvberandi búskapur tóktist vera høvuðsevnið, og undir tí kom løgmaður inn á skattalætta, bústaðartrupulleikarnar, grøna orkuskiftið, sterka vinnu, útbúgving og mentan. Løgmaður kom væl runt í evnunum, men fór ikki í dýpdina; hansara framløga var av yvirskipaðum slagi og tí í grovum trekkum.

Jón Sigurdsson í Føroya Arbeiðsgevarafelagi var tann fyrsti ikki-politikarin, ið fekk orðið. Hann ávaraði politikararnar ímóti at detailstýra vinnulívinum, og hevði peikifingurin á lofti, tá tað kom til stytting av arbeiðsvikuni. Hann vildi vera við, at vit als ikki hava 40-tíma effektiva arbeiðsviku, sum nú er, og vísti dømi á stórskíggja. Eisini nevndi hann, at vinnulívinum tørvar starvsfólk í stóran stíl, men skattaskipanin rekur fólk av landinum, var boðskapurin.

Síðani fekk Sonja Jógvansdóttir orðið sum umboð fyri Samtak. Hon innleiddi við einum sitati eftir zen-meistaran Splinter úr Teenage Mutant Ninja Turtles-teknifilmunum. Sonja var vónbrotin av fíggjarlógini, tí hon var næstan sama fíggjarlóg sum borgaraliga samgongan frammanundan hesari gjørdi, og eftirlýsti meira menniskjaligheit – fíggjarlógin kundi tað sama verið gjørd av eini grannskoðarafyritøku, segði hon, og tað var líka mikið, um Ruth ella Jørgen situr í Fíggjarmálaráðnum. Sum heild var Sonja úr Samtaki stak misnøgd við vilkorini hjá teirra limum.

Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur, ið umboðaði Kommunufelagið á ráðstevnufundinum, hevði áhugaverd tøl uppi á stórskíggja um útreiðslurnar hjá kommununum, og røddi um, hvussu samgonguskjalið rakar kommunala búskapin og harvið sjálvræðið hjá kommununum. Millum annað merkja lønarlyft til umsorganarstarvsfólk, hægri normeringar í dagstovnunum, løn undir útbúgving til heilsuhjálparar og betri viðurskifti til fosturforeldur hægri útreiðslur til kommunurnar. Umframt at tøkugjald og veiðigjøldini merktu minni inntøkur til kommunurnar.

Innslagið við Magna Laksáfoss, búskaparfrøðingi, var at byrja við rættiliga tekniskt-búskaparfrøðiligt við grafum og tølum frá Búskaparráðnum, og hann hevði eina líknandi partsniðurstøðu: Landið hevur lagt heilt nógvar útreiðslur yvir á kommunurnar, og Magni Laksáfoss brúkti eitt nú eldraøkið sum dømi. Ein onnur niðurstøða hjá honum var, at tiltøkini í samgonguskjalinum ikki fara at loysa haldføristrupulleikan.

Eftir innsløgini var pallborð, har luttakararnir vóru Høgni Hoydal, vinnumálaráðharri, Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrúgv, umboðandi samgonguna. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum umboðaðu partarnar á arbeiðsmarknaðinum, meðan Tórbjørn Jacobsen umboðaði kommunurnar. Eftir pallborðið vórðu tað helst orðini hjá Regini Jacobsen, ið hingu mest eftir í luftini, meðan samgongan mest royndi at verja borg. Regin Jacobsen førdi fram, at um bert tað almenna gjørdi hansara fyritøku kunstin eftir og effektiviseraði og rationaliseraði almenna geiran, so var fíggingin til tað góða, fíggjarliga haldføra samfelagið har – og til at stytta arbeiðstíðina.

At enda var tjóðsangurin sungin, øll trý ørindi, og ein gevandi ráðstevnufundur var av.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…