Lýsing
Lýsing
Lýsing

Illveður í annaðkvøld og mánanáttina

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  18.02.2023 - 18:16 Tíðindi Veðrið

Hóast vit sluppu frá illveðrinum, sum stormurin Otto hevði við sær, so er neyvan líkt til, at vit sleppa undan illveðri mánanáttina.

Forsagnirnar hava seinastu vikuna verið ójavnar um, hvussu veðrið verður í Føroyum fyrst í komandi viku. Men tað er vorðið alsamt alsamt meira greitt, at tað verður illveður um okkara leiðir í annaðkvøld og fram til og við fyrrapartin mánadagin.

Vit kunnu vænta okkum storm av vestri í annaðkvøld, har miðalvindurin um okkara leiðir verður upp í 25 m/s við hvirlum upp í ódn, t.v.s. omanfyri 32,6 m/s. Sum forsagnirnar síggja út í løtuni, so verður vindurin eitt vet minni enn í storminum, sum vit høvdu týsdagin í farnu viku.

Tó er tað framvegis nógvur vindur, og er vestan ella útsynningur-vestan skaðaætt har, ið ein er staddur í annaðkvøld, so er at vera varin. Hóast Veðurstovan er farin í vikuskifti, so fara vit at fylgja gongdini í veðrinum so frætt sum til ber.

Men hvaðani kemur hesin stormurin? Myndin niðanfyri vísur okkum, at fyrr í dag lá eitt markant brúgvalag við amerikonsku eysturstrondini ímillum ta heitu luftina yvir Atlantshavinum og ta køldu luftina yvir Kanada og norðara partinum av USA. Eitt lágtrýst haðani er í dag farið at dýpast og fer í ein landnyrðing fram við jetstreymunum í hæddini. Hetta lágtrýstið dýpist tvørtur um Atlantshavið, áðrenn tað fer beint norður um okkum í annaðkvøld.

Hetta lágtrýstið møtir einum øðrum lágtrýsti á leiðini til Føroya, tí í løtuni er stormur beint vestan fyri Kappan. Flestu forsagnirnar peika nú á, at hetta stormlágtrýstið vestan fyri Kappan fer at býta seg í tvey, og at onnur helvtin flættar saman við okkara stormlágtrýsti beint eystan fyri Kappan. Dagurin í morgin byrjar við, at ein hitabrúgv fer fram við okkum við nakað av regni, og vit fáa útsynning hesa tíðina. Seint seinnapartin ella í annaðkvøld fer kuldabrúgvin framvið, og tá kunnu vit vænta, at hvirlurnar koma. Hann fer at vaksa um vindin til 20-25 m/s og fer spakuliga upp í útsynning-vestan seinni mánanáttina og á morgni upp í vestan.

Vit fylgja gongdini í hesum lágtrýstinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík