Lýsing
Lýsing
Lýsing

Er várið á veg?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.02.2023 - 09:05 Tíðindi Veðrið

Broytingar eru í veðurmynstrinum, sum vit hava sæð í seinastuni

Veðurstova Føroyar: Ta seinastu tíðina eru brúgvaløg vestaneftir og av útsynningi farin fram við Føroyum á veg eystureftir við regni og lýggjari luft. Tá ið tey eru komin nakað eystur- ella norðurum, hava við havt eitt kaldari luftrák av útnyrðingi við vetrarligum ælingum. Bert lítlar løtur hava verið við róligum og støðugum veðri undir veikum hátrýstryggum, sum stungu seg móti okkum sunnanífrá, áðrenn teir tíku leiðina longur eystur.

Soleiðis var eisini hósdagin, tá ið eitt brúgvalag fór framvið við regni og vindi, aftaná var sól ella sólglottar eina løtu, men sum so ofta eftir at eitt brúgvalag er farið framvið, so var aftur luftrák av útnyrðingi við ælingum. Fríggjanáttina hækkaði hann til norðan, og vit vit kaldari luft ímóti okkum.

Hyggja vit suðureftir til havið í ein útsynningvestan úr Írlandi, so síggja vit tað veðrið, sum vit kunnu vænta okkum. Her er í hesum døgum eitt stórt hátrýstøki, og tað hevur lagt seg  yvir størsta partin av útnyrðingspartinum av Atlantshavinum.  

Í vikuskiftinum, sum stendur fyri framman, og inn í næstu viku fer hátrýstið at breiða seg ímóti landnyrðingi og norði til tær Bretsku oyggjarnar og eisini toyggja seg ímóti Føroyum. Hetta merkir, at vit fara at fáa meira stilt veður, sum ikki er so umleypandi, men heldur róligari og støðugari, enn vit hava havt leingi.

Tað merkir ikki, at sólin fer at skína allatíðina, men tó fer hon at síggjast – ístøðum meiri enn bara viðhvørt.

Meðan hátrýstið setir seg yvir leiðirnar kring okkum, fara vit at hava eitt lýtt og slavið luftrák av útsynningi og suðuri, sum fer at gera tað heitari her hjá okkum, men tann lýggja luftin fer eisini at hava skýgerð við sær, serliga ímóti suðuri og útsynningi. Vónin um gott veður er tó ikki mist, tí serliga ímóti norði og landnyrðingi í Føroyum fara tey at hava løtur við góðum veðri við sól, tí tey lágu skýggini seta vætuna av, tá ið hon upp um fjøllini.

Hygga vit longur fram enn til byrjanina av mars mánað, sær tað út til, at hátrýstið fer at vikna eitt sindur. Forsagnir langt fram í tíðina eru ikki ov eftirfarandi, og tí er ikki vist, at vit fáa eitt so langt tíðarskeið við støðugum veðri.

Men kanska kunnu vit vóna at hava gott veður fyrsta várdag, sum sambært álmanakkanum er 1. mars.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík