Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyingahavnin úr fýra ymiskum sjónarhornum

SKRIVAÐ: Tekstur: Liljan Weihe - myndir: Dávur Winther  |  24.02.2023 - 11:12 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi Vinna

Tað var fullsett í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð í gjárskvøldi, tá søgan um lívið og virksemið í Føroyingahavnini var løgd fram.

Max Cecil Weihe var stjóri á Nordafar frá 1979 til 1981, og kennir søguna um føroyska fiskivinnuævintýrið í Grønlandi betri enn tey flestu. Hann greiddi frá virkseminum í Føroyingahavnini frá 1925 til hon var seld á tvingsilssølu í 1990.

Max Cecil Weihe hevur, umframt at hava arbeitt hjá Nordafar, eisini verið við í arbeiðsbólki, sum Landsstýrið sett - við Landsverki og Tjóðsavninum, í samstarvi við Tjóðsavni í Grønlandi um greina nærri framtíðina hjá Føroyingahavnini.

Nógv virksemi var í Føroyingahavnini í 1960’unum. Ein, sum bæði hevur fiskað og arbeitt á landi í Føroyingahavnini, er Hendrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Hann greiddi frá fiskiskapinum og arbeiðinum um sumrarnar og hevði nógvar skemtiligar søgur at siga frá.

Dagarnir vóru langir og svøvnurin lítil – men lønin var góð – serliga um tú tók tær akordarbeiði afturat! Tímalønin var kr. 5,- um tíman. Tað eina summarið forvann hann sær góðar kr. 17.000 – sum eisini var prísurin á einari oljufýring til húsini vesturi í Bø í Vági. Hetta var eisini líknandi úrtøkuni hjá einum línubáti tá.

Tað var forkunnugt at hoyra Poulinu Abrahamsen úr Fuglafirði greiða frá, hvussu tað var at arbeiða sum arbeiðsgenta á sjómansheiminum síðst í 1960’unum. Søgurnar um Føroyingahavnina snúgva seg oftast um fiskiskap, men við frásøgnini hjá Poulinu fingu vit innlit í gerandisdagin á staðnum sum var langur og drúgvum.

Til dømis, at morgunmaturin varð serveraður kl. 7.00 – gerandisdagar fingu menninir havragreyt og cornflakes, men sunnumorgun fingu teir eisini kókað egg. Mánaðarlønin hjá arbeiðsgentunum, sum Poulina var væl nøgd við, var kr. 500 um mánaðin.

Bárður Dam í Baiansstovu, arkitektur, var eisini partur av arbeiðsbólkinum, sum í 2017 var sendur til Grønlands at kanna, skráseta og skjalfesta standin á Føroyingahavnini.

Grønlendingar hava heitt á føroysku myndugleikarnar um at rudda upp í Føroyingahavnini. Tann fyrr so stásiliga fiskivinnustøðin, sum tá hevði størstu havn, bestu smiðju, størstu saltgoymslu, enn størstu oljugoymslu og m.a. er nú í sori.

Ikki ein einasti rútur er heilur. Húsini rotna burtur. Og kaiin, sum einaferð var longsta kai í Grønlandi, er so gott sum burtur. Tað ber ikki til at varðveita verandi bygningar, og metingin hjá arbeiðsbólkinum í 2018 var, at tað kostar 23 milliónir krónur at beina hana burtur.

Enn er støða ikki tikin til, hvat gerast skal við Føroyingahavnina.

Eitt framúr Torrakvøld í Klaksvík við fýra sera áhugaverdum framløgum, har fólk sótu sum á nálum í tveir tímar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…
Fingu tað vit fóru eftir
Ovurfegin málskjútti
Nei! Sentralisering av dialysu leingir i…
Líggjas vunnið gull á Danish Open í kvøl…
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan fyri Sv…