Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott veður í vikuskiftinum. Lítil vindur, klárt ella smáskýggjað og fyri tað allarmesta turt. | Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  24.02.2023 - 16:20 Tíðindi Veðrið

Gott veður hetta vikuskiftið – stutt sagt. Ikki ofta tað kann sigast so stutt og greitt – og gott.

Orsøkin er eitt hátrýst, sum hevur lagt seg vestan fyri Írland og breiðir seg eisini norðureftir ímóti okkum.

Í dag afturat er tað køld luft, sum kemur hendanvegin, men frá morgindegnum av fer lýggjari luft at reka ímóti Føroyum sunnaneftir.

Í løtuni er veðrið kring landið soleiðis, at vindferðin er um 4 m/s; ættin er útnyrðingur. Klárt er ella smáskýggjað, og turt. Ikki heitt, hitin liggur um 2 til 4 stig.

Restina av degnum í dag fer veðrið at vera soleiðis – tó fer hann helst at mala av ymsum ættum seint í kvøld.

Í nátt og allan fyrrapartin í morgin fer hann at mala av ymsum ættum, vindferðin undir 5 m/s, smáskýggjað og klárt og fyri tað allarmesta turt – okkurt ælið kann væntast í støðum.

Seinnapartin í morgin og restina av degnum er vindur tann sami, upp í 5 m/s, av útsynningi, smáskýggjað og yvirhøvur turt.

Sama veður sunnunáttina og fyrrapartin sunnudagin. Út á seinnapartin veskur vindurin eitt lítið vet, upp í 3 til 8 m/s, enn smáskýggjað og yvirhøvur turt.  

Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík