Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klárt veður í kvøld. Norðlýsið sást væl, ein sjón, ið ein ikki troyttast av. Eitt satt fýrverk av litum, sum hanga 80 til 100 km oman fyri okkum. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  26.02.2023 - 21:48 Tíðindi Veðrið

Gott veður hesa vikuna. Hátrýstveður.

Eitt hátrýst hevur lagt seg yvir Skotland í vikuskiftinum, og tað sendir lýggja luft ímóti Føroyum.

Dagarnar frá mánadegi til hósdag er eitt lítið lot av útsynningi, onkra løtu útsynningur sunnan ella vestan. Vindferðin fyri tað mesta minni enn 5 m/s, onkra løtu eitt sindur meir, 3 til 8 m/s.

Fríggjadagin fer hann fyrst at hækka úr vestri upp í norðan, og síðani ganga niður í eystan. Ikki nógvurt vindur, minni enn 5 m/s.

Líka skjótt er at skriva um hitalagið í vikuni, sum kemur. Tað fer at liggja um 5 til 8 stig. Fríggjadagin fer tað tó at lækka niður ímóti frostmarkinum.

So er tað líka avfallið, og hvussu skýloftið kann væntast at vera. Byrjandi við avfallinum, so er tað yvirhøvur turt alla vikuna – einstakir ælingar onkran dagin. Skiftandi skýloft – t.e. løtur við bæði sólglottum ella sól, men eisini samdrigið viðhvørt.    

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík