Lýsing
Lýsing
Lýsing
Veðurkort av norðurhøvum - forsøgn fyri seint í kvøld. Hátrýst hevur lagt seg yvir bretsku oyggjarnar og Føroyar. Langt er ímillum javntrýstlinjurnar á okkara leiðum, tí er lítil vindur. Langt vestanfyri sæst eitt sera djúpt lágtrýst við nógvum vindi og regni, sum ikki kemur hendaveg. Tíbetur. Hátrýstið forðar. | Mynd: Andrias Gregoriussen

Hvat hava vit mist? – hátrýstið yvir Føroyum heldur lágtrýstini vekk frá okkum.

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.02.2023 - 18:10 Tíðindi Veðrið

Í hesum døgum hava vit gott og støðugt veður. Tað er eitt máttmikið hátrýst beint sunnan fyri okkum, sum stendur fyri tí. Hetta er vanligt hátrýstveður, tó at tað eisini er skýggjað viðhvørt.

Veðurstova Føroya: Hátrýstið legði seg yvir Skotland leygardagin, og síðan tá er lufttrýstið farið upp í 1039 hPa, og næstu dagarnar 1044 hPa, meðan tað nærkast Føroyum.


Í Atlantshavinum í ein útsynning og vestan úr Føroyum er veðrið als ikki so gott sum her hjá okkum. Eitt sera djúpt lágtrýst, 960 hPa, er á veg ímóti Suðurgrønlandi, har sum tað fer at verða stormur við ódnarhvirlum, áðrenn tað fer norður við vesturstondini. Eftir tað minkar mátturin í tí.


Her endar søgan ikki, tí nýggj stormlágtrýst fara støðugt at ganga yvir vestara parti av útnyrðingspartinum av Atlantshavi, men leiðin er ikki tann vanliga í landnyrðing ímóti Føroyum ella Íslandi.

Bíðistøðini, har lágtrýstini halda til, ið hvussu so er fyribils.


Tað kunnu vit takka tí máttmikla hátrýstinum. Sum viðurskiftini í lufthavinum eru í løtuni, er stórur munur á luftnøgdunum, sum trýsta á hvørja aðra, tí er stórur munur á há- og lágtrýstum alla vikuna, heilt til vikuskiftið. 

Tíbetur fyri okkum, sum búleikast í Føroyum, er vígvøllurin er langt vekk, vestan fyri okkum ella í útsynning.
Hvørjum man tað enda við? – fylgið við her á síðuni…

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík