Lýsing
Lýsing
Lýsing
Útsýnið av Dalavegnum í landsynning. Sólin er ikki komin upp enn. Bert ein flóki sæst oman fyri Fugloy. | Mynd: Undirritaði

Dýrdarveður í dag

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.03.2023 - 09:30 Tíðindi Veðrið

Besti dagurin í árinum, higartil. At kalla eingin vindur, klárt og sól.

Miðjan á hátrýstinum, sum stendur fyri hesum góða veðrinum, er einar 100 fjórðingar vestan fyri Suðuroynna.

Veðrið í einum øki, har hátrýst er, er vanliga gott við lítlum vindi og klárum lofti, um ikki altíð so klárum, sum tað er í morgun. 

At tað er hátrýst merkir, at nógv luft er savnað við leiðirnar hjá okkum. Hon søkkur trýstir seg niður á jørðina, og tekur guvuna (vatndampin) við sær niðureftir. Skýggini fara í upploysn. Hetta kallast subsidensur á fakmáli. 

Tað øvugt hendir kring lágtrýst. Tá verður luft syft uppeftir, og tí kølnar hon, guvan fer úr, og tað er skýggjað og regn. Tað kallast convection á fakmáli. 

Hátrýstið, sum liggur nær við Føroyar í dag, er máttmikið. Klokkan 6 í morgun var trýstið í miðjuni 1042 hPa. Tað er nokkso nógv. Stóra talið merkir, at nógv luft bíðar eftir at søkka niður.  

Metið í Føroyum er 1054 hPa, mált í Hvannasundi í 2020. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Haldið uppat at geva næmingu­num karakter…
Fyrsti Christian á Grótinum nýbygdur á K…
Mikudagin 14. mai kl. 17:45 hátíðarhalda…
Lembingin byrja í Útistovuhaganum
Rúsan longri opið í Havn
Órógv millum áskoðarar eftir dystin í Ru…
Legendariskur vágabólkur á Summar Festiv…
Tí gjørdist navnið KG
KÍ vann spennandi toppdystin í Runavík
Stroyma frá lands­stevnuni hjá Javnaðarfl…
Fiskur fast pláss á matskránni undir KG
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík