Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú sigur, at landsstýri hevur valt at arbeiða, sum um fiskiveiðiavtalan við Russland heldur fram eftir 1. januar 2024 | Mynd: Oliver Joensen

Landsstýrið vil spinna gull upp á Barentshavið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.03.2023 - 10:00 Leiðarin Politikkur Vinna

Ætlanin er millum annað at tvífalda tilfeingisgjaldið á botnfisk úr Barentshavinum. Enn er støða ikki tikin til, um haldast skal fram við fiskiveiðusamstarvinum við Russland í 2024 eisini, men tað er longu nú greitt, at Fíggjarmálaráðið sær fyri sær stórar inntøkumøguleikar fyri Landskassan í Barentshavinum.

 

Undan aðalorðaskiftinum um føroyska fiskivinnupolitikkin, ið verður týsdagin 14. mars, hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, gjørt frágreiðing um løgtingslógina um sjófeingi, meðan Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur meldað út um veiðigjøld við gildiskomu 1. januar 2024.

Í frágreiðingini skrivar Dennis Holm, at ætlanin er, “at eigarin, Føroya fólk, fær ein “munandi og rímiligan part” av tilfeingisrentuni, og er ein dagføring av tilfeingisgjøldunum sett á skrá í Fíggjarmálaráðnum, sum umsitur Veiðigjaldslógina”.

Fyrrverandi fiskimálaráðharrin, Árni Skaale, hevur hugt at tølunum, og sigur, at tilfeingisgjaldið er sett eftir fiskasløgum, ið geva høgan prís, men at reiðaríini skulu gjalda tað sama fyri fiskasløg, ið geva nógv lægri prís. Sostatt koma tey, ið fiska fisk við lágum prísi at gjalda lutfalsliga nógv meira enn tey, ið fiska dýraru sløgini.

Tilfeingisgjaldið fyri botnfisk úr Barentshavinum verður sostatt tvífaldað – fer úr kr. 1,08 pr. kg og upp í kr. 2,16 pr. kg, og tað er ætlað sum “flatrate”, ið vil siga fastur kiloprísur uttan mun til virðið á fiskinum.

Tá tað kemur til uppsjóvarfisk, hækkar gjaldið eisini, men ikki eins nógv – makrelur fer frá at kosta 1,23 kr./kg í tilfeingisgjaldi til at skula geva 1,46 kr./kg. Á heystgýtandi sild verður tilfeingisgjaldið 0,98 kr./kg, á norðhavssild og lodnu verður tilfeingisgjaldið 0,89 kr./kg og á svartkjaft 0,31 kr./kg. Av hesum hevur ikki áður verið lagt veiðigjald á heystgýtandi sild ella lodnu, men tað verður tað so nú. 

Tilsamans ætlar Landsstýrið, at øktu gjøldini á fiskivinnuna skulu merkja millum 70 og 100 milliónir meira í Landskassan um árið. 

Føroysk skip eru í løtuni í bæði russiska og norska partinum av Barentshavinum, og munur verður ikki gjørdur á teimum báðum pørtunum, tá tað kemur til tilfeingisgjald. Og júst tann differentieringin og harvið avkláringin uppá, um føroysk reiðarí sleppa at vera í russiska partinum eftir nýggjar, brillierar framvegis við síni fráveru nú dagin fyri aðalorðaskiftinum.

Í frágreiðingini frá Dennis Holm, í partinum um, hvørjar ætlanir eru í hyggju at fremja, verður ikki sagt nakað um framtíðarætlanir í russiska partinum av Barentshavinum. Tað er tó greitt, at veiðigjøldini fáa virknað frá 1. januar 2024, ið vil siga eftir at núgaldandi avtala er gingin út, og Ruth Vang sigur í tí sambandinum, at tey hava valt at arbeiða, sum um fiskiveiðiavtalan við Russland heldur fram. Ger hon ikki tað, verða tvífaldaðu veiðigjøldini fyri botnfisk kortini galdandi, men tá bert fyri norska partin av Barentshavinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ferðalag úr Lettlandi vitjaði Klaksvíkar…
Stangavegu­rin letur upp aftur
Kollafjarðar­tunnilin stongdur eina løtu
Vitlíki sum virkisstuðul í fíggjardeildu…
Leiðarin á Skálagarði frítstillað
Atlantis: Konsert við Jens Marna Hansen…
Megna Føroyar at vinna á Íslandi á heima…
Stuðuls­konsert, eydnuhjól og café
TARIRA enn eina frálíka konsert í Varpin…
Norð­oyastevnuteitið farið á flog
Tjóðlaða­rin úr Fuglafirði
Absalon Matras 80 ár
Mjølnir kvinnur umboða Føroyar
Juvel farin á trúboðaraferð til Grønland…
Lands­stýrið forðar fyri innovatión innan…
Skal samstarv millum almennar stovnar av…
Vinnulívs­fólk og eldsálir bygdu okkara l…
KÍ hongur í Víkingi og HB
Eg havi lært ongantíð at geva upp
Stóra tøkk til tykkum, sum hava latið MR…