Lýsing
Lýsing
Lýsing
Árni Skaale á tingsins røðarapalli í gjár | Mynd: logting.fo

Árni Skaale: Óvirðiligur tóni á Løgtingi um fiskimenn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.03.2023 - 11:24 Politikkur Tíðindi Vinna

Undir aðalorðaskiftinum í gjár fanst Árni Skaale, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum og núverandi løgtingsmaður, at øðrum tingfólkum fyri at tosa niðursetandi um tey fólkini í fiskivinnuni, ið veruliga stríðast og kempa hvønn dag. Hetta gjørdu tingfólkini undir aðalorðaskiftinum við brúka ein retorikk, har tey mála støðuna soleiðis, at tey í fiskivinnuni fáa alt forerandi, og at fiskurin er framíhjárættindi, ið er givin nøkrum fáum.

 

Árni Skaale segði soleiðis:

»Eg haldi, nú eg havi sitið her allan dag og lurtað, og eg haldi tað skurrar øgiliga nógv í oyrunum á mær, tá ið eg hoyri, at vit snakka um tey fólkini, sum veruliga kempa í fiskivinnuni, sum hava vunnið okkum øll hesi rættindini, sum veruliga hvønn dag leggja orku í at fáa tað at fungera; sum at hetta er nakað, tey fáa forerandi. Tað skurrar í mínum oyrum.

Eg haldi at tað er at snakka øgiliga niðurgerandi um hesi fólkini. Hetta eru veruliga fólk, sum kempa hvønn dag. Hetta er veruliga fólk, sum leggja orku í. Ein garnamaður kom til mín í gjár ella fyrradagin. So segði hann “Hvat … geri eg? Eg dró standaran í gjár, og tá dreggið var komið at borði, tá var eg so kaldur og hugsaði “Hvat f … geri eg her umborð? Hví fari eg ikki í land beinanvegin?”

So at vit standa og snakka her um tey, sum at hetta er nakað, tey fáa forerandi; nakað sum vit forera teimum – eg haldi tað er at niðurgera tey. Og mær dámar illa, at man brúkar hendan retorikkin um, at hetta er ogn Føroya fólks, men at “tað er nøkrum fáum givin ein framíhjárættur”, “virðini skulu koma fólkinum til góðar”. Eg haldi at tað er niðurgera hesi fólkini, sum veruliga kempa kampin hvønn dag. Í góðum veðri, men eisini í ódnarveðri og undir ringum umstøðum viðhvørt.«

Á heimasíðuni hjá Løgtinginum, https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10316 , ber til at hoyra alt orðaskiftið. Orðini hjá Árna Skaale byrja á 16:12.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…
Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir…