Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sambandsflokkurin vil hjálpa sperdum familjum

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  15.03.2023 - 12:54 Politikkur Tíðindaskriv

Løgtingið viðger í dag lógarupppskotið frá Sambandsflokkinum um inflasjónsískoyti til sperdar familjur. Talan er um at veita eina eingangsupphædd á 12.000 kr. 

Sambandsflokkurin skjýtur upp, at verandi skipan við familjuískoyti verður víðkað í eitt avmarkað tíðarskeið, soleiðis at tað eisini verður veitt eitt inflasjónsískoyti.

Víðkanin hevur við sær, at onnur enn bara barnafamiljur kunnu søkja um ískoyti, og einki aldursmark verður ásett. Hetta skal tryggja, at fólkapensjónistar, sum lúka treytirnar viðvíkjandi inntøku og ogn, eisini kunnu fáa inflasjónsískoyti.

Ótrygga støðan og altjóða rembingar í heiminum hava havt við sær, at prísirnir eru hækkaðir óvanliga nógv tað seinasta árið. Hetta hevur gjørt tað trupult hjá mongum húskjum at fáa endarnar at røkka saman, og hesi hava tí tørv á hjálp skjótast gjørligt.

Tí hevur Sambandsflokkurin lagt fram uppskotið um inflasjónsískoyti.

Tað er í dag ongin skipan, sum loftar teimum familjum, sum hava tað trupult við at fáa endarnar at røkka saman orsakað av høgari inflasjón.

Sambandsflokkurin vísti á til løgtingsvalið, at tað hevur týdning, at veitta hjálpin er málrættað til tær familjur, sum veruliga hava brúk fyri henni.

Vit kunnu ikki venda blinda eygað til tann veruleikan, at tað eru familjur í Føroyum í dag, sum ikki kunnu bíða í mánaðir eftir hjálp.

Verður uppskotið samtykt, kemur lógin í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…