Lýsing
Lýsing
Lýsing
Andrass Dahl Niclasen hevur rikið súkkluhandilin síðan 1991

Súkklusmiðurin er farin at eldast, og tí er tørvur á nýggjum eigarum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.03.2023 - 13:10 Tíðindi Vinna

Eitt sindur um søguna og virksemið hjá familjufyritøkuni "Súkkluhandilinum", sum nú er lýstur til sølu

 

Súkkluhandilin í Klaksvík, sum eisini eitur fa. John W. Thomsen, byrjaði í 1965 í Nólsoyar Páls gøtu, har handilin enn heldur til. Páll Thomsen, sum bygdi handilin upp, rak handilin til 1991. Ikki einans hava súkklur verið at fingið í Súkkluhandlinum. Fyrstu árini var eisini bilasøla, Renault, og nógv fólk um alt landið hava havt gleði av at keypt knallertir og skutarar úr Súkkluhandlinum. Fleiri minnast helst merkini Puck og Kreidler.

Tá Páll andaðist í 1991, tók svágurin, havnarmaðurin Andrass Dahl Niclasen, yvir handilin og hevur rikið hann síðani. Andrass og Anna Thomsen við døtrum búðu í Havn tá, so fyrsta árið kom Andrass sjálvur norður at royna seg sum súkklusmið. Andrass er útlærdur maskinsmiður umframt skipsførari. Hann fór úr starvi á Nomatek, tá hann flutti norð. Hetta var í kreppuárunum, men kortini bar til. Ein orsøk er helst, at norðoyingar hava verið raskir at stuðla lokalt. Árið eftir flutti restin av familjuni norður og fluttu inn uppiá í Súkkluhandlinum. Øll familjan hevur hjálpt til í handlinum, men nú er súkklusmiðurin farin at eldast, og tí er tørvur á nýggjum eigarum. Tó vil hann fegin umvæla súkklur nøkur ár aftrat og læra nýtt fólk upp, um tørvur er á tí.

Seinastu árini hava vit einans selt súkklur og súkkluútgerð og umvælt súkklur. Tó selja vit nakað av eykalutum til skutaramerki, sum vit áður hava selt. Tað nýggjasta eru el-súkklurnar, sum verða alsamt populerari. Vit fylgja við nýggjastu tøknini og rákunum, og hava verið á skeiði í el-súkklum og eru árliga á súkklumessum uttanlands.

Í Klaksvík hava altíð verið nakrar býarmyndir, sum síggjast á súkklu. At súkkla er gott fyri likam, sál og umhvørvi. Tað gevur góða meining at súkkla, og seinastu árini hava vit upplivað ein øktan eftirspurning eftir súkklum – og eisini síggjast nógv fleiri súkklur úti á vegunum nú. Hetta merkir, at okkara virksemi, bæði søla og umvælingar, hevur verið nógv seinastu tíðina.

Súkklusmiðurin hevur eina vón um, at súkkluhandil og verkstaður heldur fram í Klaksvík, eftirspurningurin er í øllum førum har, og tí vóna vit, at onkur her norðuri er áhugaður í handlinum, verkstaðnum, øllum handilsavtalunum og kundaskaranum, vit hava, sum ikki einans fevnir um norðurøkið, men um alt landið.

Áhugað eru vælkomin at seta seg í samband við Gunnhild á 282878

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sigur til H71 á Stjørnuni
Veðrið í vikuni
Mjølnir vann tættan dyst
Mikkjal fingið sekkin í AIK
Skjótt
Sunnudagin fær Stjørnan vitjan av H71
Venezuelska andstøðan við herin: Viðurke…
SMS: Stjørnan tekur móti H71 sunnudagin
Mjølnir - Fleyr sunnudagin
Sær ikki væl út fyri Grønland og smá lon…
Túsundtals danir stuðla undirskriftainns…
USA er lopið á Venezuela
Burn: Team Klaksvík - H71 í kvøld
Ægir savnar inn fløskur í dag
Skoytubreytin opin til kl. 20 í kvøld
Beinta Løwe í nýtt starv
Takið tykkum for hundin saman
Veðrið um vikuskiftið
Norð­búgvin TN 28
Køkan skal gerast størri