Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heimland by Bakkafrost

SKRIVAÐ: Lýsingargrein  |  16.03.2023 - 16:21 Tíðindaskriv Vinna

Sama góða vøra – við nýggjum navni og í nýggjum hami

 

 

Flest øll í Føroyum munnu vita, at Bakkafrost alir og framleiðir dygdarvørur úr laksi. Eyðkendu Bakkafrost-eskjurnar við frystum laksaportiónum hava verið at sæð í føroysku handlunum í nógv ár. Men alt fær ein enda, og í sambandi við, at Bakkafrost er vaksið útum landoddarnar og nú hevur aling og framleiðslu í fleiri londum, hevur Bakkafrost valt at broyta navnið á vørunum, ið eru aldar og framleiddar í Føroyum, til Heimland. Heimland verður sostatt at síggja í føroysku handlunum í staðin fyri Bakkafrost, men sjálvandi við somu góðu góðsku, sum áður. Tað er ikki bert navnið og útsjóndin, sum verður broytt, men tað verða fleiri ymiskar vørur í føroysku handlunum at velja ímillum. Fólk fáa sostatt møguleika at keypa feskan, frystan og royktan laks, sjálvandi uttan bein, so hann er lættur at brúka beinleiðis úr nýggju Heimland-eskjuni.

Vónandi taka føroyingar Heimland-vørurnar til sín, tí tær eru vælsmakkandi, heilsugóðar og burðardygt framleiddar í Føroyum frá byrjan til enda. Heimland-laksurin verður klaktur í Føroyum, fóðraður við føroyskum fóðri, framleitt í Fuglafirði úr føroyskum rávørum. Heimland-laksurin svimur í føroyskum sjógvi og verður kruvdur, skorin og pakkaður í Føroyum, áðrenn hann endar á døgurðaborðum í Føroyum og kring heimin.

 

Eitt sindur um “Heimland”:

Vørumerkið Heimland er valt av fleiri orsøkum. Heimland vísir til upprunan hjá Bakkafrost í Føroyum, men tað vísir eisini til laks, sum ferðast úr áunum í Evropa til økið kring Føroyar at eta seg stóran og sterkan, áðrenn hann ferðast víðari í áirnar at gýta. Føroyar eru sostatt bæði heimland hjá laksinum hjá Bakkafrost og hjá evropiskum laksi.

Saman við Heimland verður føroyska náttúran, Merkið og grafisk snið av fjøllum, havi og laksi nýtt. Tvs. Føroyar eru snúningsdepulin, tá ið Bakkafrost marknaðarførir og selur laksavørurnar á marknaðum kring heimin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jesper Theilgaard í Varpinum
Matstovur­nar í Torravikuni
Torrablaðið á gøtuni í morgin
Klaksvíkar sjónleikara­felag hevur aðalfu…
239.705 krónur til børnini
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin mug…
Seinna hálvfinalan í steypakappingini
Bøndur ónøgdir á annars væleydnaðari Bún…
Fiski­vinnu­politikku­rin hjá Dennis hevur…
Vegakervið í Sandoynni eigur at lyftast…
Burðardygd ein sjálvsagdur partur av fis…
At vera Vera
Myndarøð: Búnaðarstevnan
KÍ vann 3-1 í Gundadali
Nógv fólk á Búnaðarstevnuni
Norðlýsið upp á gólv
Bryan Adams Við Tjarnir
KÍ spælir í Havn leygar­dagin
Torrafyrilestur: Bátur og fólk
Veitslubumban Zak og Sandro á Tórsfest 2…