Lýsing
Lýsing
Lýsing
Soleiðis hava verðinshøvini sæð út seinastu trý árini:

Nú broytist á heimshøvunum

SKRIVAÐ: Osmund Justinussen  |  18.03.2023 - 13:10 Lesarabrøv Veðrið Vinna

Kaldur sjógvur frá New Fundlandi og Eystur Grønlandi nærkast nú Føroyum, og er tí væntandi, at toskafiskiskapurin verður tiltakandi

 

Soleiðis fara verðinshøvini væntandi at síggja út komandii fyrstu árini:

 

Nú fer loksins veðrið í norðurhøvum og runt okkara lítla oyggjaland skjótt at broytast aftur.  La nina, sum hevur ligið sum ein køvandi hond yvir høv og lond nú í skjótt  3-4 ár, og sum er met seinastu 100 árini, er nú við at missa takið, og El nino er við at yvirtaka leiklutin aftur. - Hesi fyribrigdi eru tað, ið stýra hita og kulda, regni og turki um allan heimin á sjógvi eins og á landi.

Sum áður víst á, so ávirka hesi fyribrigdi  fiskiskapin á teim ymisku havleiðunum hjá okkum á Føroya leiðini til  bata, men á  øðrum leiðum  sum t.d . á vestursíðuni á Suðuramerika til stóran ampa.

Ætli ikki at fara at endurtaka meg sjálvan aftur í hesum máli, men vísa á tvær talvur, sum siga frá, hvussu skjótt alt broytist í luft og í heimshøvum júst í hesum døgum.  Hetta fer so innan leingi  at ávirka botnfiskiskapin á okkara landgrunni. Serliga fer hetta at ávirka toskameingi á grunninum. Tó fer høgættin og landnyrðingurin at verða tráð allan marsmána.   Vónandi fara vit  so at fáa eitt gott summar.

Í morgun hoyrdi eg eina samrøðu við fiskifrøðingin Petur Steingrund, skyldmannin. Hann var sum altíð siðiligur og høviskur, sum hann plagar. Hann royndi sum best at umboða frøðina og at siga frá, hvussu teir mettu støðuna at verða hjá fiskastovnunum. Eitt, sum eg legði merki til  í samrøðuni, var, at hann ikki var so avgjørdur í, hví alt var so og so, og at ikki var nóg mikið bert við  friðingum og royndum men at náttúrubroytingar eisini høvdu nógv at siga fyri tilfeingið og  fyri, hvussu stovnarnir hava tað.

Hetta frøddi meg at hoyra, nú eg skjótt í 40 ár havi víst á hvussu nógv ávísar natúrubroytingar hava ávirka fiskatilfeingi á Føroyska landgrunninum ígjøgnum øldirnar

Men tað, sum eg helt vera sera skemtiligt við hesi sending, var hesin spurningurin  frá okkara góða fjølmiðli útvarpinum:

Tú Petur  “Tá stovnurin er so illa fyri, sum tú sigur, Etur tú so tosk?” Ja, so løgin er verðin blivin. Hetta var ein rættiligur toskaspurningur.

Ja, frøðingurin, bleiv settur skák og mát:  Tú tosar um ovurfisking, og so etur tú sjálvur toskastovnin upp. Tíbetur svaraði Petur aftur sum ein maður!

 

Tvinni barometur

Eg seti her tvinni barometur hvussu skjótt hesi fyribrigdini broytast, frá tí at La nina var í botni, og til nú El nino aftur hevur fingið yvirtakið.

 

Hendan broyting er hend seinastu mánaðin:

 

 

Kaldur sjógvur frá New Fundlandi og Eystur Grønlandi nærkast nú Føroyum, og er tí væntandi, at toskafiskiskapurin verður tiltakandi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
ÚTSØLUENDABRESTUR -70%
Vit fara á Munkagrunnin
Ávirkari hevur yvir 100.000 fylgjarar –…
Elvir tíðindaflutn­ingur Kringvarpsins ti…
Gadus siglir heim
Fiski­vinnu­ting um fiski­vinnu­politikk og…
Nýggjur nevndarfor­maður í P/­F Net
Vísindaklubbur byrjar á Glasi í heyst
Rómurin í Varpinum óførur
Johan Dahl spyr, hví byggingin av H-bygn…
Gott úrslit hjá Trygd í fyrra hálvári   …
KÍ er úti av Conference League eftir bro…
Sjómanna­dagar­nir eru rúsfríðir og ókeypi…
Nógvir KÍ fjepparar í Varpinum
Bátadagur á Tanganum leygar­dagin
Jens Dam Ziska á Listasavni Føroya
Tobias Skaalum Kempf nýggjurlands­liðsven…
Fasti Gerðarrættur onga heimild at viðge…
Her sæst KÍ dysturin
Málið um arbeiðs- og uppihalds­loyvi er k…