Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sambandsfólk møtast á Landsfundi í Vestmanna

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.03.2023 - 13:08 Politikkur Tíðindaskriv

Leygardagin 25. mars heldur Sambandsflokkurin Landsfund á Miðnámsskúlanum í Vestmanna. Byrjað verður klokkan 08.30.

 

Tvey val eru farin afturum síðan seinasta Landsfundin hjá Sambandsflokkinum. Flokkurin vil vera ein konstruktivur mót- og viðspælari til verandi samgongu - og eisini vera væl fyrireikaður til komandi val. Hetta fer at seta dám á skránna.

Á fundinum fer Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, at halda formansrøðu, og aftaná verður politiskt orðaskifti.

Gestarøðari á fundinum í ár verður Thomas Danielsen, samferðslumálaráðharri, úr danska Vinstraflokkinum.

Á skránni verður eisini sofaprát millum Helga Abrahamsen, Thomas Danielsen og Onnu Falkenberg, har evnið verður: “Føroyar og umheimurin gjøgnum Ríkisfelagsskapin”. Eisini verður prát við trý valevni frá løgtingsvalinum, um hvussu tey upplivdu tað at vera partur av valstríðinum.

Eftir Landsfundin verður Ársveitsla á Faer Isle Distillery í Vestmanna.

“Landsfundurin er eitt gott høvið hjá sambandsfólki at koma til orðanna. Við einum sterkum baklandi og opnum orðaskifti eru vit ein rúmligur og sterkur flokkur. Politikkur sprettur m.a. úr fólkinum og hetta politiska orðaskiftið gevur mær íblástur til politisku kósina hjá flokkinum”, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður.

Øll sambandsáhugað eru vælkomin á fund og í veitslu, sigur Sambandsflokkurin.

Meira kunning um skránna og tilmelding til veitsluna fæst á heimasíðuni: www.samband.fo , Facebook hjá Sambandsflokkinum og frá Floksskrivstovuni, tlf. 312492.

Á myndini síggjast Thomas Danielsen samferðslumálaráðharri, Vinstra og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

 

Sambandsflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…