Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pabba fór til Havnar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.03.2023 - 17:26 Politikkur Tíðindaskriv

Suðuroyingar skulu hava møguleika fyri at fara til talgildar viðtalur og samrøður á Suðuroyar sjúkrahúsi, og norðoyingar skulu hava somu møguleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so hesi sleppa undan at ferðast til Havnar óneyðugt

 

Suðuroyingar og onnur í útjaðaranum brúka heilar dagar í Havn fyri at fáa svar uppá eina blóðroynd. Tað er ikki neyðugt – latið okkum flyta hendan partin av heilsuverkinum inn í talgilda heimin, sigur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.

Einaferð var tað Per, sum fór til Havnar at keypa sær vøttir. Strævið var at fara til Havnar í at gera ørindi, tí hann visti aldrin, nær Másin fór, og nær hann slapp heim aftur til Sands. Í dag hava vit eina álítandi ferðaætlan, men tað broytir ikki uppá, at best hevði verið, um fólk í útjaðaranum sloppu undan óneyðugari ferðing til Havnar. 

Í dag havi eg víst pabba runt á nýggja arbeiðspláss mínum í løgtinginum í Havn. Her hevur hann fyrrapartin heilsað uppá blíðar og fyrikomandi politikarar og onnur starvsfólk í húsinum. Í húsinum har landsins lógir verða smíðaðar. Í húsinum, har vit skulu virka fyri skapa best hugsandi samfelagið fyri allar føroyingar. Men í hesum sama húsi verður alt ov ofta gloymt, at Føroyar eru størri enn miðstaðarøkið. 

Alt ov ofta gloymir politiska skipanin okkum í útjaðaranum. 

 

Ein heilan dag heimanifrá

Pabba, sum býr á Tvøroyri, fór húsum frá tíðliga í morgun fyri at náa við Smyrli klokkan 07.00. Seint seinnapartin er hann heima aftur á Tvøroyri. Hann er sostatt ein heilan dag heimanifrá í dag. 

Og hvørji eru so hansara ørindi í Havn? Jú, hann skuldi til lækna við knæi sínum, eftir at hann er blivin skurðviðgjørdur fyri nøkrum mánaðum síðani. Tað er ein læknatíð, sum kravdi, at hann møtti upp í Havn, tí læknin hevði tørv á at síggja hann. Men í næstum skal hann aftur til Havnar. Tá er tað bert ein journalskriving sum er á skrá. Ein samrøða sum - við tí samskiftistøkni sum er tøk í dag - saktans kundi verið gjørd gjøgnum antin telefon ella interneti. Fleiri eru eisini dømini um suðuroyingar sum skulu brúka heilar dagar í Havn fyri at svar uppá eina blóðroynd. 

 

Tað eigur ikki at vera neyðugt. 

Suðuroyingar skulu hava møguleika fyri at fara til talgildar viðtalur og samrøður á Suðuroyar sjúkrahúsi, og norðoyingar skulu hava somu møguleikar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so hesi sleppa undan at ferðast til Havnar óneyðugt. 

Tí havi í skrivligum fyrispurningi spurt Margit Stóra, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvussu tað gongur at flyta heilsuverkið inn í talgilda heimin. Eg vóni fyri føroyingar í útjaðaranum, at hetta er nakað, politiska skipanin kann loysa.

 

Súsanna Bertholdsen
Løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík fær vitjan av KÍF
Vit elska Klaksvík og KÍ
Stjørnan og EB sunnudagin kl. 13.30
Verður tað í morgin, at KÍ endur­vinnur F…
Nýggjur Gadus birtir vón
Frits væl fagnaður í Gallarí Havnará
ES-innflutn­ingur av russiskum flótandi n…
Umboð fyri Nes kommunu vitjaðu dagstovna…
Nýggjar kloakkir á Eiðinum
Russland og Ukraina samstarva um, at hal…
Bretar handla við Russland i milliardakl…
Hvar blivu lyftini um lættar og yvirskot…
Samstarvið við ES eigur at styrkjast
Fíggjar­lógin avspeglar máttloys hjá samg…
- Hetta veit vist nokk líka nógv um búsk…
Nordea-grunnurin vil stuðla við 100 mió.…
Býráðsminnilutin givið Anniku nevndarses…
Heimskendu Orphei Drängar vitja Varpið
Fíggjar­lógin 64 milliónir í halli
Leitar eftir upplýsingum um flatmaðk